Tað hevur ljóðað leingi, og nú er tað váttað. Næsta kappingarár fer Álvur F. Christiansen at umboða Argja Bóltfelag. Hann hevur annars altíð spælt við KÍ, sum hann umboðaði fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfarinum – við Margáir seinnapartin í dag. Talan er um eitt ára sáttmála.
AB hevur í kvøld eisini skrivað sáttmála við Dan í Soylu. Framrættaði spælarin kom undan kappingarbyrjan til AB, og í kvøld hevur framrættaði spælarin undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi tvey tey næstu kappingarárini. Harvið er tað greitt, at Dan í Soylu í 2015 og 2016 fer at umboða AB, sigur AB heimasíðan.
Tummas Juul Thomsen frá FC Argjum sigur í kvøld frá, at seks aðrir spælarar hjá AB hava undirskrivað sáttmála fyri 2015. Talan er Gert Drangastein, Hørður Mohr, Jobin Drangastein, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson og Sandri Færø.
Mynd ab.fo: Thomas Juul Thomsen frá FC Argjum ynskir Álvi Christiansen vælkomnum á Argir.