Nú eru tað bert 2 stig sum skilja Roskilde og Amager. Amager vann 2-0 á heimavølli ímóti Glostrup. Mohammed Abdalas skoraði beint áðrenn hálvleik, og Thomas Myssing skeyt sigursmálið í 74. minutti. Oddaliðið Roskilde snávaði á útivølli ímóti Greve, Roskilde førdi 2-0, men síðsta korterið spældi Roskilde 10 ímóti 11, og hesa yvirvág gagnnýtti Greve við at skjóta 2 mál, so endaliga støðan gjørdist javnleikur 2-2. Støðan =
1. FC Roskilde 59 stig
2. Fr. Amager 57 stig
3. Brøndby 2 52 stig
4. Brønshøj 51 stig
3 umfør eru eftir at spæla í 2. deild eystur.