Amager vann á Lyngby

Leygardagin spældi 2. deildarliðið FC Amager ímóti einum styrktum U20 liði hjá Lyngby

Dysturin endaði við 3-2 sigri til Fremad Amager, sum var á odda 2-0 í hálvleikinum. Fleiri føroyskir spælarar eru í Fremad Amager, men bert ein teirra var á vøllinum undir hesum dystinum. Tað var Rókur av Fløtum Jespersen, sum spældi við seinastu 22 minuttirnar av dystinum.