Í sambandi við Eystanstevnuna (Skálafjarðarstevnuna) skipar Felagið 'HØGANES fyri listaframsýning við tí mæta og kenda listamanninum Amariel Norðoy. Amariel er vorðin nógv eftirspurdur uttanfyri landoddarnar; men 'hevur kortini givið sær stundir at seta eina framsýning upp umborð á sluppini ?Høganes?.
Hetta má sigast at vera eitt sera hóskandi umhvørvi til verkini hjá Amariel - sum ofta hevur BÁTIN við so ella so í málningum sínum.
Framsýniningin verður opin kl. 15-19 leygardag og sunnudag, 11. og 12.
juni.
Leygardagin verður fernisering kl. 15, har Jóannes S. Hansen hugleiðir um list og Randi Hansen spælir klaver. Jóannes kenna vit øll, sum ein virknan mentamann, bæði á Skálafjørðinum - og í hugfarsligu útvarpssendingum hansara. Randi hoyrir til yngra ættarliðið av klavertónleikarum og hevur gjørt stór framstig hesi seinastu árini. Nevnast kann haraftrat, at Randi er abbadóttir hin kenda skiparan og undangongumannin Júst í Túni, sum bygdi ?Høganes? um til tað snið, hon hevur í dag. Jóannes hevur eisini familjubond til ?Høganes?, tí hann er bróðirsonur Júst í Túni.
Vit rokna við, at Amariel nær at koma aftur til klettarnar til ferniseringina leygardagin, kl. 15, hin 11. juni. Sum siður er, tekur Felagið HØGANES ikki atgongugjald, men tunnur eru umborð at leggja eitt oyra í - fyri vitjan og ein kaffimunn.
Sunnudagin eftir kappróðurin, ljóða aftur stevnutónar umborð á ?Høganesi?. Tá spælir og syngir ein stevnutrio, samansett av Hans Poulsen, Margrethu Højgaard og Jan Rasmussen.