Fríggjadagin klokkan 16 letur ein framsýning við verkum hjá Joel Cole og Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Undir ferniseringini fer Holgar Jacobsen at undirhalda við gittara og sangi. Framsýningin er opin til 10. november, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er gallaríið opið eftir avtalu.
Joel Cole vaks upp í miðnorður Amerika, í indiansku bygdini Shakopee. Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum lærdi hann at veiða og samla, hetta var við til at vekja eitt sterkt tilknýti til náttúruna. Ein holl og djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera hvat verður sett saman og hvussu. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir Joel skapar spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar definitiónini av list hjá áskoðarinum.
”From understanding the properties of the materials used, all the way down to the cellular characteristics and longevity, to being acutely aware of the emotional state of everyone involved in the artistic process, I tend to create a story around each piece – a story that reflects not only the intent of the piece, but also a documentation of everything brought to the act of creating the final piece. I believe the process is bigger than the product,” sigur Joel Cole.
Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit, bøkur og fløvuhúsar. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum í Klaksvík, Mikladalur og Kalsoyarfjørður.
Heitið á málningunum í dag er “Útróðrarbørn, sálmar lívsins”. Um hetta skrivar Bergur Jacobsen, prestur: Tá Amariel Norðoy vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg, heima hjá teimum, um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú, so at siga, gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
“Útróðrarbørn, sálmar lívsins”. Vit vóru útróðrarbørn - havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum - havið var lívið! . . . vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjal Petur, var ein trygd fyri morgindegnum . . . vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru . . . havið gevur og havið tók . . . og vit gleddu okkum til at fara á støð . . . har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong . . . vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfylgja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí tað eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur . . . vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!? (Bergur Jacobsen, prestur)
Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini.
Um list skrivar Karsten Hoydal m.a.: Hann, ið vil fata list, má vera barnsligur, hetta orðið nýtt í góðari merking. Hann má vera vakin, opin fyri nýggjum kenslum, óbundin av vanahugsan, fúsur at síggja nýggj og livandi samanhang. Snøgt sagt: hann má sálarliga vera soleiðis útborin, at hann fatar, at grá hús væl fáa verið grøn.