Tech-risin Amazon stevnir amerinaksa verjumálaráðnum, Pentagong, fyri at hava gjørt ein milliardasáttmála við Microsoft. Tað upplýsti talsmaður fyri felagið í nátt.
Amazon var favorittur at vinna sáttmálan upp á tíggju milliardir dollarar – svarandi til 67 millardir krónur í okkara pegnum – við amerikanska verjumálaráðið.
Men í oktober upplýsti Pentagong, at Microsoft hevði vinnu sáttmálan.
Amazon mótmælir avgerðini og hevur tí stevnt verjumálaráðnum til tann amerikanska dómstólin, sum viðger samveldis kærur.
Kæran er send innsiglað, og nærri upplýsingar um hana eru tí ikki almennar.
Amazon upplýsir í rættarskjølunum, har biðið verður um at halda upplýsingarnar loyniligar í kæruni, atkæran hevur nógvar viðkvæmar upplýsingar. Teirra millum handilsloynidómir og trúnaðarligar figgjarligar upplýsingar.
Tí hevði almannakunnger av kæruni kunna skatt kappingarføri hjá Amazon, verður sagt.
Í síðstu viku vísti Mark Esper, verjumálaráðharri, frá sær, at Pentagong hevði parthalt og givið Microsoft sáttmálan.
Amazon hevur fyrr hildiðuppá, at politikkur var komin í málið, um hvør skuldi hava sáttmálan.
Tech-risin hevur víst til, at Donald Trump, forseti, leingi hevur funnist at Amazon og stovnara felasgins, Jeff Bezos.
Umstríddi sáttmálin er ein partur av eini størri nútímansgerð av kt-skipanunum hjá Pentagon.
Verkætlanin kallast »The Joint Enterprise Defense Infrastructure Cloud«, sum verður stytt Jedi. Málið er at fremja talgilding av ráðnum.
Partabrøvini hjá Microsoft hækkaðu 2,5 prosentstig beint eftir at tíðindini bórust um, at Microsoft vann sáttmálan. Hjá Amazonn fullu partabrøvini 0,98 prosentstig.
/ritzau/Reuters