New York Times skrivar í dag, at ein amerikanskur bólkur var til reiðar at hjálpa Muammar Gaddafi úr Libya, men at bólkurin vildi hava knappar 60 milliónir krónur á borðið fyrst. Sambært blaðnum sendi bólkurin Gaddafi eitt bræv í mars við tilboði um, at bólkurin kundi hjálpa honum at sleppa av landinum.
Neil C. Livingstone, sum var í bólkinum, og sum sambært New York Times er yvirgangsserfrøðingur, sigur við blaðið, at teir kravdu tíggju milliónir dollarar fyri at hjálpa libyska einaræðisharranum. Harumframt var bólkurin sinnaður at hjálpa Gaddafi at fáa fatur á pengum, sum hann og húski hansara áttu í útlendskum peningastovnum, men sum lond høvdu lagt hald á.
Umframt Neil C. Livingstone vóru millum annað ein fyrrverandi CIA-embætismaður, ein sakførari og ein republikanari í bólkinum, sum vildi hjálpa libyska leiðaranum. Ein belgiumaður, sum eitur Dirk Borgers, var eisini í bólkinum.
Sambært Livingstone kom einki burtur úr tilboðnum til Gaddafi, tí bólkurin fekk ikki tað loyvið, sum var neyðugt fyri at fáa pening fluttan úr Libya.