Amerikanski miðbankin varðveitir rentuna

Rentan fer at lækka, men tað verður helst ikki umhugsað fyrr enn til várs

 

Formaðurin í amerikanska miðbankanum, Jerome Powell, á tíðindafundi í Washington D. C. í gjár, har boðað varð frá, at rentan verður óbroytt hesaferð. Mynd: Liu Jie Xinhua/Xinhua/Ritzau Scanpix

Amerikanski miðbankin (Fed) varðveitir rentuna óbroytta, sigur hann sambært Reuters. Hon liggur á støðinum 5,25-5,50.

Tað var sum væntað, at rentan fór at standa í stað, tá 109 og av 109 spurdum búskaparfrøðingum og fíggjarhúsum sambært Bloomberg News høvdu væntað eina óbroytta rentu. Tað skrivar MarketWire.

Fed væntar eina rentu upp á 4,6 prosent síðst í 2025, skrivar Reuters. Roknað verður tó við, at miðbankin fer at lækka rentuna á fundi í mars.

Roknað verður við, at tríggjar rentulækkingar koma í 2024 og aftur fýra í 2025.

/ritzau/

 

 

Formaðurin í amerikanska miðbankanum, Jerome Powell, á tíðindafundi í Washington D. C. í gjár, har boðað varð frá, at rentan verður óbroytt hesaferð. Mynd: Liu Jie Xinhua/Xinhua/Ritzau Scanpix