Amerikanskir miðlar skriva í kvøld, at amerikanski tónleikarin Tom Petty er deyður 66 ára gamal. 66 ára gamli sangarin varð innlagdur á sjúkrahúsið UCLA Santa Monica Hospital sunnukvøldið, eftir at hann varð funnin vitleystur í heiminum í Malibu.
Eftir at hann kom til sjúkrahúsið, varð hann lagdur í koma og sambært TMZ er støða síðani tikin um, at respiratorin skuldi sløkkjast. Orsøkin er, at eingin heilaaktivitetur varð máldur.
Trýst á pílin á myndini og sí ein av kendastu løgunum hjá Tom Petty - Free Fallin'
/ritzau/