OYL: Hálvmarathon og boðrenningar á skránni í dag

Í dag er seinasti kappingardagurin á oyggjaleikunum

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Frælsur Ítróttur Føroya skrivar:

 

- Síðsta dagin snýr tað seg um hálvmaraton og boðrenningar.

 

Kl. 9:00 byrjar hálva maratoni. 

Meðan allir hinir íðkararnir hava verði í kapping, so hevur Rógvi Kárason bíða eftir at hálva maratoni verður skotið ígongd. Við sær hevur hann Nela Heldarskarð, sum hevur luttikið á 10.000 m, og Julian Gregersen, sum hevur roynt seg á 1500 m og 5000 m. Teir kappast sum einstaklingar, men eisini sum lið. Í liðkappingini verða stig givin í mun til plasering, soleiðis at nummar eitt fær 1 stig, nummar tvey fær 2 stig osf. Liðið, har tveir teir fremstu í alt hava fæst stig, vinnur. Um tað stendur á jøvnum, so er tað triðji maður sum avgerð. Byrjað verður á stadion har allar kappingarnar í frælsu ítróttini hava verið higartil, og so verður runnið út á eina rutu, sum er uml. 5 km. Hendan verður runnin fýra ferðir, áðrenn rennararnir koma inn aftur á Pickaquoy stadion, har málið er. Rógvi eigur við 1 tíma 11 min 47 sek skjótastu tíð hjá føroysku luttakarunum í ár. Julian hevur runnið teinin uppá 1 tíma 12 min 52 sek, meðan Neli hevur runnið teinin uppá 1 tíma 14 min 45 sek, men Neli hevur eisini runnið fyrru helvt av einum maratoni góðar tveir minuttir skjótari. Harvið eru allir føroyingar í fremru helvt, hóast teir ikki eru styrkismettir til heiðursmerki sum einstaklingar. Men javnt høga støðið ger, at teir hava ein góðan møguleika at heinta eitt heiðursmerki í liðkappingini.

 

Boðrenningarnar byrja kl. 14:00, tá kvinnurnar renna 4x100 m finaluna. Hesa finaluna kvalifiseraðu Elisabeth Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Maria Biskopstø seg til við at vinna sín riðil við samanlagt fjórðbestu tíð. Tíðin var 0,58 sek aftanfyri triðbestu tíðina. Í finaluni ferð Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar at renna síðsta túr fyri Mariu.

 

Kl 14:25 fara Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnastein Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen at renna finaluna á 4x400 m. Teir hava eisini kvalificera seg við fjórðskjótast tíð til finaluna, eitt lítið sekund aftanfyri nummar trý.

 

Kl 14:40 verður síðsta kapping skotin í gongd á hesum oyggjaleikunum, tað er 4x400 m hjá kvinnum. Her komu kvinnurnar beinleiðis í finaluna, so her er ilt at siga, hvussu tær liggja fyri, men við Elisabet Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Mariu Biskopstø og Margit Weihe Fríðmundsdóttir á liðinum, so er mikið sannlíkt, at tær fara at blanda seg í dystin um heiðursmerki.

 

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya