Í Runavík hava tey kunngjørt nakrar leikarar, men annars hevur tað verið friðarligt í toppfeløgunum í vetur. Nú byrjar HB at røra á seg. HB kunngjørdi um vikuskiftið, at TB-leikarin Amidou Diop skiftir til HB.
Tað vakti ans, tá Amidou Diop kom til Føroyar, tí hann skifti beint úr Eliteseriuni í Norra til TB. Hann spældi 19 dystir fyri TB í ár, og var hann so sannførandi, at nú vóru boð eftir honum úr HB.
HB misti fyrr í ár miðverjan Viljorm Davidsen til NSÍ, men nú hevur HB fingið nýggjan mann í hansara stað.











