Amnesty International hevur sett Føroyar á heimskortið

Tann 28. mai vóru liðin 50 ár síðan fyrsta stig varð tikið til at seta á stovn Amnesty International, sum øll hesi árini hevur stríðst fyri mannarættindum um allan heimin. Her eiga Føroyar eisini sín leiklut

Tað gingu bert fimm ár, tá var stovnað ein føroysk deild av AI. Tann sum gekk undan var Roland Thom­sen, ein dani, sum tá búði í Føroyum. Føroyska deildin vann sær sjálv­støðuga umboðan í altjóða AI. Hon gjørdist eisini skjótt uppá seg ein tann størsta deildin í altjóða AI.

Føroyingur koppaði blóðugan kong
Hjá føroyingum kann tað annars hava áhuga, at tann fremsti slóð­arin fyri einum tí fyrsta altjóða manna­rættindafelagsskapin í heiminum var ein havnarmaður, sum enntá er uppvaksin í grannalagnum hjá føroysku deildini av AI, nevniliga í Bajanstovu beint frammanfyri núverandi Cafe Natúr.
Hetta er Daniel J. Danielsen, 1871-1916, vanliga kallaður Dollin. Hann skapti fortreytirnar fyri stovnanina av Congo Reform Association í 1904. Stutt sagt kann sigast, at hesin felagsskapur í 1908 koppaði belgiska kongin Leopold 2. sum ein blóðugan einaræðisharra í Congo. Tað er skrivað ein forkunnug bók um hansara avrik.
Hetta er annars eitt gott dømi um, at føroyingar saktans kunnu gera mun úti í heimi.

Anette skrivaði fleiri túsund brøv
Tað vóru eldsálir, sum fingu AI í Før­oyum at virka so væl, og sum settu serlig spor eftir seg til dagin í dag.
Ein av hesum var Anette Wang, sum doyði 20. juli 2002, 90 ára gom­ul.
Anette var donsk, fødd og upp­vaksin í Helsingør. Foreldrini vóru Alma og Erik Faber. Pápin var lækni, og í 1897-98 var hann lækni í Havn.
Anette var fødd í 1911 saman við eini tvíburasystir, Birgitte. Pápin doyði rættiliga ungur, tá Anette var 18 ára gomul. Hon fór at læra til farmaceut, og aftaná tað fór hon fyrst at arbeiða á apoteki og síðan á heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Í 1945 fær Anette arbeiði á Tjaldurs Apotek, har hon arbeiddi, til hon legði frá sær fyri aldur.
Í Føroyum kemur Anette at kenna Knút Wang. Tey giftast í 1947, og í 1949 taka tey Sverra til sín. Við hesum giftarmáli kemur Anette beint inn í føroyskan politikk. Knút var jú ein kendur og hvassorðaður blaðstjóri á Dagblaðnum, umframt at hann eisini var tingmaður.

Sálin í Amnesty International
Tað, sum Anette serliga er kend fyri, er hennara arbeiði fyri Am­nesty International í Føroyum. Hon kundi rættiliga øsa seg um órættvísi í heiminum, og her var ein ítøkiligur møguleiki at gera nakað við tað. Anette var við til at stovna føroysku deildina. Hon var sera virkin í hesum arbeiði inntil nøkur fá ár, áðrenn hon doyði.
Nógv av hesum árunum var hon eisini formaður. Tað er eingin ivi um, at Anette eigur stóran part av heiðrinum fyri, at føroyska deildin í mun til fólkatalið hevur hægsta limatal av øllum deildum. Eitt av hennara virkisøkjum var at skriva ”urgent actions”, skundbrøv, ið skuldu skrivast til stjórnir um ávísar fangar. Av slíkum brøvum hevur Anette skrivað í túsundavís (millum 4 og 5.000) á síni gomlu skrivimaskinu, so tað er eingin ivi um, at hon hevur gjørt sín part at geva bølmennunum úti í heimi ringa samvitsku. Tað verður eisini í dag viðurkent, at úrslit spyrjast burtur úr slíkum arbeiði.
Í 1992 byrjaði Føroya Blaðmanna­felag at býta út ”ársins rós”. Anetta var tann sjálvskrivaði móttakarin av hesum heiðuri, og síðan hevur blaðmannafelagið ikki kunnað komið í tankar um nakran annan, sum er verdur henda prís.

Valdi Føroyar
Knút doyði í 1976, bert 57 ára gamal. Men Anette valdi at vera verandi í Føroyum. Her hevði hon sínar vinir, og tað var ikki minst Amnesty arbeiðið, sum bant hana til Føroyar. Hon búði heima hjá sær sjálvari til tað seinasta. Hetta var tað hon vildi. Her fekk hon ofta vitjan av sínum vinum, sum hon hevði nógvar av.
Til tað seinasta brendi hon fyri rættvísi og østi seg um skilaloysi, sum er bæði her og har.

Søgan um Lorraine
Ein góð søga bæði um Anettu og AI er tann um Lorraine Britten úr Suðurafrika.
Hennara samband við Føroyar kom í lag á tann hátt, at føroyska deildin av Amnesty International hevði fingið sakina hjá manni hennara Frank Anthony at arbeiða við.
Tað var Anette Wang sum fekk hetta mál. Tað mest ítøkiliga, hon kundi gera í fyrsta umfari, var at hava samband við konuna hjá hesum samvitskufanganum, sum sat á tí kendu fangaoynni Robbin Island, har Mandela eisini sat.
Eitt tað fyrsta, Anette gjørdi, var at skriva til hennara, samstundis sum hon eisini sendi okkurt tinganest til børn hennara. Lorraine hevur greitt frá, hvussu stóran týdning júst eitt slíkt bræv hevði, tí nú kendi hon, at tey vóru ikki gloymd av umheiminum. Hon mátti tó fyrst klóra sær í nakkanum, tí sendaralandið Faroe Islands segði henni púrt einki, og hon mátti enntá fáa fatur í eini sjóneyku fyri at síggja tann á kortinum lítla og fjarskotna blettin, haðani brævið var komið.
Hetta gjørdist so byrjanin til eitt lívlangt samband við Anette Wang. Hetta samskifti var fyrst og fremst við brævaskifti og við telefonsamrøðum. Tær høvdu eisini høvi at hittast tvær ferðir. Fyrru ferð í Onglandi í 1980, tá Lorraine vitjaði beiggja sín har, og seinnu ferð nøkur ár seinni, tá Anette fór til Suðurafrika at vitja Lorraine og hennara familju. Seinni hava Amnesty fólk eisini vitjað Lorraine, og hava verið stak væl móttikin. Tað havi eg eisini sjálvur roynt.
Tá ið Annetta doyði boðaði eg Lorraine frá hesum, og hon skrivaði í svari:
»Hetta gjørdist ein merkiligur dagur. Tá eg vaknaði í morgun, kom eg at hugsa um Anette og hennara føðingardag í september. Eg hugsaði um eg skuldi ringja til hana í morgun ella í kvøld fyri at minnast føðingardagin. Hugsa tær til, hvussu skakað eg varð, tá eg seinni um dagin fekk títt bræv við boðunum um, at hon var deyð! Eg var sera sorgarfull. Síðstu ferð eg tosaði við hana í telefon, var ein dagin beint aftaná døgurða. Hon var sera fegin um at tosa við meg, men eg skilti eisini, at hon var sera móð vegna hennara høga aldur.
Vit vilja ongantíð gloyma tað arbeiði, hon gjørdi fyri Amnesty International. Vit gloyma ikki hennara undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart her í Suðurafrika. Men mest av øllum vilja vit altíð minnast ta undurfullu tíðina, vit vóru saman fyrst í Onglandi og síðan í Suðurafrika. Mín samhugi fer til hennara familju í Danmark og Føroyum og til allar teir vinur kring heimin, sum hon hevði. Tað var eitt forrættur hjá okkum at hava kent hana. Okkara lív var ríkað av hesum kennskapi.
Má hennara vakra og kæra sál hvíla í friði.«

Vitjan í Føroyum
Lorraine segði annars altíð við Anette, at “einaferð fari eg at koma at vitja tykkum”.
Hetta gjørdist veruleiki í juli 2004, tá Lorraine kortini skuldi til Bretlands at vitja beiggja sín. Við tí nýggja ferðasambandinum millum Føroyar og London lá væl fyri at koma higar. Hon var her 4. til 8.juli
Vitjanin eydnaðist sera væl, og øll vóru fegin um, at henda vitjan veruliga varð komin í lag, hóast tað var harmiligt, at tað ikki eydnaðist Anette at uppliva hetta.
Um Lorraine kann sigast, at hon er einastandandi og hevur eina sjáldsama karismu. Harafturat var hon eisini sera vitandi. Hon hevði ein slíkan lívsjáttandi hugburð, sum ein sjáldan møtir. Hóast hon hevur havt tað sera trupult, var ikki farri av beiskleika at merkja á henni. Nú ráddi bert um at koma víðari. Sjálvandi skulu vit læra av søguni, men frammanfyri eru ikki færri trupulleikar í Suðurafrika enn teir, sum vóru. Her er eitt ovurstórt fá­tækra­dømi og arbeiðsloysi. Krimi­nali­teturin er ovurhonds stórur. Fólk, sum eru hampiliga væl fyri, liva innigird fyri at tryggja seg móti ráni og stuldri.
Týsdagin, 6. juli, var skipað fyri tíðindafundi á skrivstovuni hjá Fiski­mannafelagnum.
Høvuðsboðskapurin hjá Lor­raine var, at hóast vit í Føroyum eru “smá og fá”, so vil eisini tað, sum vit gera her á landi, gera mun úti í heimi. At arbeiða fyri Amnesty International er so ein møguleiki, har hvør einstakur persónliga kann gera ein innsats fyri tey menniskju, sum eru verri fyri enn vit sjálvi.
Lorraine var eisini við á lima­fundi hjá AI, har hon hitti millum onnur fyrrverandi formenn sum Halgir W. Poulsen og Maud Heine­sen.

Tá útbúgving verður ein hóttan
Eg hevði eina longri samrøðu við Lorraine í FF-blaðnum, og skal her takast okkurt burturúr henni.
Lorraine møtti Frank, tá ið hon var byrjað sína útbúgving. Tey giftust og fingu tvær døtur.
Eftir at seinna dóttirin var fødd, varð Frank handtikin. Hann var virkin limur í Unity Movement of South Africa, sum einki hevði við ANC at gera. Frank var ein sera eldhugaður persónur. Hann stríddist fyri betri útbúgvingarmøguleikum fyri tey littu og svørtu og eisini fyri rættvísari býti av jørðini. Hetta var alt mett sum ein hóttan móti stjórnini, og henda rørslan mátti tí berjast niður. Rættarmálið vardi í eitt ár, og hesa tíðina frættist einki frá honum. Lorraine visti ikki, um maðurin var livandi ella deyður. Tað var so, at undir avhoyringum á politi­støðini kundi alt henda við píning og torturi. Tað vóru nógvir fangar, sum ikki komu livandi frá hesum.
Sakin endaði við, at Frank varð dømdur seks ára fongsulsrevsing. Revsingina sat hann á kendu fanga­oynni Robbin Island umleið ein tíma sigling frá Cape Town.
Burtursæð frá tí, at fangarnir skuldu liva heilt avbyrgdir frá rest­ina av samfelagnum, so gjørdist tilveran nakað meira skipað tá. Tað var møguligt hjá Lorraine at vitja mannin hálvan tíma hvønn mánað. Men vitjanin gekk soleiðis fyri seg, at 10 fangar og teirra konur sótu hvør megin eitt borð við glasi ímillum, har tey undir eftirliti kundu tosa saman í telefon. Men so hvørt, sum tíðin gekk, komu vitj­andi og fangavørðar at kennast, og tey fingu eitt slag av virðing fyri hvørjum øðrum. Tá gjørdist eitt sindur lagaligari við handhevingini av reglunum hjá teimum vitjandi.
Familjurnar hjá fangunum fingu ongan fíggjarligan stuðul. Tað lá fyri hjá Lorraine at vitja mannin, tí hon hevði arbeiði og inntøku. Tað lætti eisini um, at hon búði í Cape Town. Onnur, sum ikki vóru so væl fyri, høvdu ongan møguleika at vitja síni avvarðandi á oynni.
Á oynni høvdu fangarnar ymisk arbeiði. Men teir fingu eisini møguleika at útbúgva seg gjøgnum brævskeið frá lærdum háskúlum. Samstundis kundu teir skúla hvønn annan um, hvussu teir skuldu skipa samfelagið, tá ið apartheid eina ferð mátti fella.
Aftaná at vera latnir leysir var tað trupult hjá nógvum at laga seg til ta familju, sum teir ikki høvdu samband við í so langa tíð. Børnini fingu veruliga ein heilt fremmandan mann inn í húsið. Tá kundi skapa trupulleikar, tá hesin knappliga helt seg hava nakað at siga!
Tað hugtakandi við Lorraine var, at hóast alt, sum hon hevði upplivað, so var ikki farri av beisk­leika í henni, og hon endaði sam­røðuna við hesum orðum:
I have had a very good life, I have been a very happy person.”

Hetta er ein søga, sum váttar, at eitt slíkt arbeiði, sum tað hjá Amnesty, loysir seg. Hetta kann bert eggja teimum yngru at halda áfram, har tey eldru hava slept. Tað tykist eisini, sum at AI í dag hevur eldsálir, sum eru til dystin fúsar.
Tað eru fleiri aðrar frásagnir um tann týdning, sum Føroya Deild hevur havt fyri samvitskufangar. Maud Heinesen hevði ein spanskan fanga frá Franco-tíðini, sum hon eisini gjørdist vinur við. Tíverri doyði hann av bilvanlukku stutt eftir, at hann var latin leysur og júst var blivin giftur. Men sambandið til Føroyar hevur konan Maria José, sum giftist aftur, hildið heilt fram til nútíðina.
Eitt dømi er eisini um ein før­oyskan Amnestylim, sum í Grikka­landi hevði hitt ein mann, sum væl visti um Føroyar. Hann hevði sitið fastur undir einaræðinum, sum var. Fyrsta bræv hann fekk í fongslinum var úr Føroyum! Tað hevði hann ikki gloymt.
--------


Komandi partur
Í komandi Miðviku verður 21. og fyribils seinasti partur í teirri væl umtóktu røðini um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann