Amnesty skipar fyri evnisdegi

18. apríl 2009 skipar Amnesty International fyri kunnandi evnisdegi um mannarættindi og integratión. Á skránni verða filmssýning og fyrilestrar Á evnisdegnum, sum Amnesty skipar fyri, verða tveir fyrilestrar og ein filmssýning á skránni.

Tað er dokumentarfilmurin Nice to Meet You, sum verður sýndur hendan dagin. Filmurin snýr seg um lívið á Avnstrup sentrinum, har umleið 600 irakisk flóttafólk búgva. Tey hava øll fingið noktandi svar uppá teirra umsókn um uppihaldsloyvi. Nøkur teirra hava búð á flóttafólkasentrum ymsa staðni í Danmark í sjey ár. Fenar Ahmad hevur gjørt filmin, sum hann vann Salaam heiðurslønina fyri í 2007.

Tveir útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum í nógv ár hava arbeitt við integratión, koma at lýsa evnið. Hesi eru danin Bjørn Dilou Jacobsen, sum arbeiðir hjá Institut for Menneskerettigheder, og íslendska Margréth Steinarsdóttir, sum er stjóri í Alþjóðahúsi í Reykjavík.

Fyrilesturin hjá Bjørn Dilou Jacobsen fer at snúgva seg um samanspæli millum integratión og mannarættindi. Í fyrilestrinum verður ein gjøgnumgongd av mannarættindunum hjá etniskum minnilutabólkum. Eisini verður viðgjørt hvørji løgfrøðilig og praktisk tiltøk kunnu vera við til at fremja integratión.

Margréth Steinardóttir fer at tosa um tær royndir, tey hava gjørt viðvíkjandi integratión í Íslandi, og hvønn leiklut Alþjóðahús hevur havt hesum viðvíkjandi. Hon fer eisini at tosa um støðuna hjá innflytarum í Íslandi, og um hvussu kreppan í Íslandi ávirkar arbeiðið hjá Alþjóðahúsinum.

Tiltakið verður leygardagin 18. apríl kl. 15.00 í hølinum hjá Tjóðpalli Føroya.

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.