Um 11 tíðina gjáramorgunin legði ein flokkur av springarum beinini í Sandagerði í Havn. Bólkurin varð funnin nærhendis Havnini og sjálvandi er kærkomið hjá havnarfólki at fáa feskt í pottin, nú grind hevur verið alla staðni í Føroyum, uttan í høvuðsstaðnum. Lakaíløtini eru fylt kring landið, tú kann keypa grind víða um, og nú kuldin fer at koma í luftina, so fer tú at síggja lykkjur hanga allastaðni.
Men springaradrápið í Sandagerði fyrrapartin var ódámligt, tí tað var ólógligt. Vakthavandi á politistøðini í Havn greiðir Sosialinum frá, at sýslumaðurin í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, hevði sett bann fyri hesum drápi, men at havnarmenn ikki lurtaðu eftir. Og við ikki at akta, so hava havnarmenn stungið allar royndir í ryggin seinastu 20 árini, har vit hava roynt at bøtt okkara umdømi úti í heimi, tá velst um at veiða súgdjór úr havinum á burðardyggum grundarlagi.
Tí so skjótt sum anarki, lógloysi, kemur upp í okkara veiðu av súgdjórum úr havinum, so detta okkara grundgevingar um aldagamla rættin at veiða súgdjór úr havinum burtur. So fána grundgevingarnar burtur, tí so eru vit ikki annað enn villir barbarar, sum ikki kunnu stýrast, í hesum førinum av sýslumanninum í Vestmanna. Og ikki at akta øvrigheit, hevur ikki verið føroyingum fyri, og sømir seg okkum lítið.
Um avgerðin hjá sýslumanninum í Vestmanna var røtt ella ikki, hevur einki við málið at gera. Tá hann, sum ovasti myndugleiki, setir bann, so skal bannið haldast.
Springaradrápið í Sandagerði týsmorginin gevur náttúruverndarfelagsskapum og umhvørvisfelagsskapum vind í seglini, og ólógliga drápið ger munadygga arbeiðið hjá landsstýrinum úti í heimi til einkis. Nú er tað knappliga rætt, tað sum umhvørvisbólkar uttan úr heimi pástanda. Føroyingar jagstra djór í havinum sum tað passar teimum, á óskipaðan hátt og uttan grøna ljósið frá myndugleikunum.
Spurningurin kann nú av røttum verða reistur: Hvat skulu føroyingar við umboðan í altjóða hvalaveiðunevndini hjá IWC, tá teir ikki klára at stýra sær sjálvum, tá ein springarabólkur vísir seg í Nólsoyarfirði og sýslumaðurin í Vestmanna metir, at ongin grund er fyri at halda honum til.