Í bókini “At liva Guds lív” skrivar John Ortberg: “Saman við einum vini skuldi eg dvølja tvær vikur við bøn í Etiopien, um somu tíð sum marxistarnir høvdu valdið í landinum.
Undirgrundarkirkjurnar bóðu meg taka 50 námsbíbliur við. Hóast mær ikki dámdi at smugla Bíbliur, avgjørdu vit kortini at gera hetta. Tað, sum ein kundu vænta fór at henda, hendi nevniliga, tá tollararnir lótu kuffertið upp og løgdu hald á Bíbliurnar. Fáar dagar seinni fingu við eini telefonboð um, at ovasti leiðarin í tollvaldinum ynskti at tosa við leiðararnar í kirkjuni.
Vit óttaðust tað ringasta – kirkjuleiðarar í Etiopien vita alt um at sita fongslaðir, í roynd og veru so nógv, at teir kalla fongslið fyri “Universitetið”. Tað er nevniliga hagar, Gud sendir teir leiðararnar sum hann veruliga ynskir at vaksa í tænastuni. (Eins og Jósef í Bíbliuni vórðu nakrir teirra brúktir sum avloysarar fyri vaktirnar, tá teir høvdu sín steðg. Teir tømdu rifflurnar fyri lóður og góvu tær til teir kristnu fangarnar sum stóðu á varðhaldi, til teir komu aftur).
Ímynda tær ta óvæntaðu gleðina, tá tann almenni leiðarin í tollvaldinum segði: “Hesar Bíbliurnar eru ólógligar. Tit kunnu eiga tær, men við einari treyt – sig ongum frá tí: Eg vil fegin hava eitt eintak til mín sjálvs”.
Og Ortberg sigur: - Henda dagin gjørdist Gud mín eitt sindur størri!
Hvørja ferð tú tekur eitt fet í trúgv, verður tín Gud eitt sindur størri og tú skilir sannleikan í orðunum hjá Paulusi: “Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum, honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen” (Efesusbrævið 3,20)
(Kelda: ubc.dk)