Anders Fogh skal ráðgeva stjórnum og fyritøkum

Fyrrverandi NATO aðalskrivarin og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur stovna nýtt felag. Hann fer í samskiftisvinnuna og fer at skriva eina bók.

Fyrrverandi NATO aðalskrivarin og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur stovna nýtt felag. Hann fer í samskiftisvinnuna og fer at skriva eina bók.

 

 

Nýggja ráðgevaravirkið hjá Anders Fogh Rasmussen eitur »Rasmussen Global«. Tað skal ráðgeva stjórnum og fyritøkum. Í tí sambandi hevur Anders Fogh Rasmussen tikið upp samstarv við fyrrverandi ráðgevan hjá sær sjálvum, Michael Ulveman, og hansara samskiftisvirki, Ulveman & Partners.

 

– Eftir 13 ára sum forsætisráðharri í Danmark og aðalskrivari hjá NATO, fari eg nú í gongd við »Rasmussen Global«. Nýggja virkið fer at bjóða ráð um strategi til stjórnir, globalar felagsskapir og stjórar konsernir, skrivar Anders Fogh Rasmussen á Facebook-profili sínum.

 

Michael Ulveman arbeiddi fyri Anders Fogh Rasmussen seinnu árini, hann var forsætisráðharri og í fyrra skeiðinum hjá NATO í Brúsell. Hann fór úr tí starvinum í 2011 og hevði til fyri stuttum ráðgevingarfelag saman við einum øðrum av fyrrverandi ráðgevunum hjá Anders Fogh Rasmussen, Michael Kristiansen.

 

Nú fyrrverandi aðalskrivarin í NATO upplýsir víðari, at hann hevur ætlanir um at skriva ein abók um »lyklaavbjóðingar í 21. øld«.

 

– Meðan eg arbeiði við bók míni, fari eg eisini at halda fyrilestrar og undirvísa í geopolitikki og leiðslu, skrivar hann.

 

Seinasti arbeiðsdagurin hjá Anders Fogh Rasmussen sum aðalskrivari hjá NATO var í gjár.