Anders Bering Breivik brosaði sapkur, tá hann kom inn í rættarhølið.
Hann royndi, meðan hann hevði orðið, eina roynd at siga frá síni politisku bakgrund, men varð steðgaður av rættarformanninum. Hesin staðfesti, at hesin rættarfundurin bert snýr seg um, hvørt Breivik framvegis skal siga í varðhaldinum.
Tá fundurin byrjaði var forboð fyri at skriva frá fundinum, og tí fekk tíðindatænastan ikki møguleika at greiða nágreiniliga frá, hvat Breivik segði. Hetta forboð varð kortini seinni avtikið.
Í rættinum fekk Breivik boð um at fara á føtur og siga, hvør hann var. Hann svaraði stutt, at hann var kommandørur í eini tempulriddara-skipan.
Hann segði eisini, at hann ikki kundi góðkenna dómstólin, tí hann heldur dómaran vera inhabilan. Hann viðgekk gerðir sínar, men tók ikki skuldina á seg, og at hann tí átti at verðið leyslatin.
- Eg góðkenni ikki fongslingina, segði hann.
Eygleiðarar hildu seg síggja, at Breivik bar ein skottryggan vest undir skjúrtuni.
Um ikki so nógvar minuttir fer dómarin at gera úrskurð í málinum.