Føroyska landsliðið framdi enn eitt bragd í gjárkvøldi, tá ið útidysturin ímóti Lettlandi varð vunnin trygt, 2-0. André Olsen, fótbóltsviðmerkjari, er sera bergtikin av føroyska avrikinum og sigur millum annað, at tað er fullkomiliga surrealistiskt, at Føroyar í løtuni eru framman fyri Portugal í okkara undankappingarbólki undan stórdystinum mánakvøldið á Tórsvølli.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum André Olsen segði í landsliðssendingini á Rás2 í gjár.