Andras og Ingrid skrivaðu undir

Londini vóru á einum máli um at varðveita støðið í avtaluni, og bert smávegis broytingar eru í kvotabýtinum.

Føroyar og Noreg komu hósdagin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2019. Londini vóru á einum máli um at varðveita støðið í avtaluni, og bert smávegis broytingar eru í kvotabýtinum í mun til 2018.

 

- Føroyska kvotan av botnfiski í norskum sjógvi hækkar við 200 tonsum í 2019. Føroysk skip hava harvið 4.610 tons av toski, 1.075 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2019.  

 

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at umframt kvotabýtið, fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.450 tons av toski og 300 tons av hýsu í norskum sjógvi, men av kvotu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland.

 

- Fyri norsk skip vóru smávegis tillagingar í kvotunum. Kvotan av blálongu og longu og kvotan av brosmu hækka samanlagt 220 tons, meðan upsakvotan lækkar 50 tons. Aðrar botnfiskakvotur verða óbroyttar. Føroyar gingu einum norskum ynski á møti um at økja um loyvdu hjáveiðina fyri hvønn dag, men loyvda hjáveiðan fyri hvønn túr verður óbroytt.

 

Norska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2019 verður óbroytt 5.979 tons, meðan atgongdin hjá norskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2019 verður 30.000 tons ímóti 32.640 tons í 2018.

 

Í Fiskimálaráðnum leggja tey aftrat, at sum liður í avtaluni um makrel hava Føroyar og Noreg hin 29. november í ár gjørt avtalu um atgongd at fiska makrel. Londini kunnu sambært hesi avtalu fiska 28.819 tons av makreli hvør hjá øðrum.

 

Tað vóru Andras Kristiansen, samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ingrid Vikanes, samráðingarleiðari fyri Noreg, sum skrivaðu undir avtaluna seinnapartin hósdagin 13. desember.