Andras tikin á bóli

Ungi og evnaríki trombonspælarin úr Havn, Andras Olsen fekk á lítlari samkomu, sum Konsertfelagið skipaði fyri, Volker I. Behrens legatið á 10.000 krónur. Andras helt bara, at hann skuldi spæla á samkomuni og grunaði als ikki, at tað snúði seg um eitt legat til hansara

Mánakvøldið fekk Andras Olsen Volker I. Behrens legatið áljóðandi 10.000 krónur. Hetta er eitt legat, sum Konsertfelagið letur ungum og evnaríkum tónleikarum. Tað er nú nakað síðani, at legatið varð latið seinast, men í sambandi við, at Konsertfelagið rundar tey 25 árini, varð gjørt av at gera nakað eyka burturúr.
Á einari samkomu í Listaskálanum mánakvøldið hevði Konsertfelagið heitt á Andras at spæla. Hann so gjørdi, og tá hann var liðugur fór hann út við trombonini. Tá hann kom innaftur og setti seg niður, fekk hann eitt bræv í hondina. Hetta sama brævið las Monica Stauss upp. Har stóð, at ein nevnd hevði gjørt av, at hann skuldi fáa Volker Behrens legatið.
? Eg visti av ongum. Trúði bara, at eg skuldi spæla til samkomuna og so onki meira, greiðir Andras frá í telefonini úr Keypmannahavn.
Hann er í ferð við at taka tað seinasta árið av sínari útbúgvin á Kongeliga Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

Til Amerika
Andras sigur, at hann bleiv øgiliga bilsin av viðurkenningini men sjálvandi ovurfegin. Hann hevur hugsað um at fara til USA at nema sær størri kunnleika innan blásiteknikk á einum skúla í antin New York ella Chicago.
? Har hava fleiri verið, og eg havi fingið at vita, at tey hava ein heilt serligan blásiteknikk har yviri, sum ein simpulten má royna, greiðir Andras frá.
Talan er um eitt uppihald í USA upp á umleið fýra vikur. Tað er kostnaðarmikið. Andras metir, at tað kosta einar 30.000 krónur.
? So hasar 10.000 krónurnar eru eitt gott ískoyti, tað er púra vist, sigur hann.
Nær Andras ætlar at fara til USA, veit hann ikki. Tað er nevniliga ikki so, at hann bara kann fara. Tað skal tilrættisleggjast nágreiniliga. Hann greiðir frá, at ein helst skal boða frá minst eitt hálvt ár frammanundan, so at nakrir tímar kunnu fastleggjast.
? Tað nyttar lítið at fara yvir har bara til einar tveir tímar. Tað skal helst vera einir tíggju, kundi eg hugsað mær, sigur Andras.
Men fyri fyrst er hann í ferð við at venja hart bæði í sambandi við sína útbúgving og í sambandi við ymsar konsertir, sum hann skal spæla til í onkrum av úrmælisbólkunum, sum hann spælir við í niðri.
Annars er Andras nógv heima í Føroyum og spælir. Bæði við Havnar Hornorkestri og Føroya Symfoniorkestri, har hann má sigast at hava slitið sínar barna- og ungdómsskógvar.