Andrass var bjargingarmaður

Avgerandi málið í kvøld varð skorað eftir meiri enn 80 minuttir uttan B36 mál í opnum spæli

Um tað varð roknað við, at tað fór at verða sum at skera í lagkøku ella at eta banan, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan úr San Marino í Europa Conference League, so varð roknað heilt skeivt.

 

B36 vann 1-0, og málið varð skorað, tá ið tað bara restaðu fýra minuttir av vanligu leiktíðini. Í seinna hálvleiki varð Magnus Egilsson skaddur í nærdysti. Hann varð borin av vøllinum, og steðgurin í tí sambandi var so mikið langur, at portugisiski dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini.

 

Tað var stórur lætti, at tað loksins eydnaðist B36 at fáa hol á. Málverjin hálvbjargaði eftir uppspæl frá Bjarka C. Nielsen og eftir at innskifti Benjamin Heinesen royndi seg. Bólturin støkk út til Andrass Johansen, sum eitt sindur úr vinstru sendi bóltin flatt í handara síðunetið.

 

Fyri bæði B36 og føroyskan fótbólt sum heild er tað stórur lætti, at tað eydnaðist B36 at vinna fulla úrtøku. Spurningurin er nú, um tað fer at eydnast at varðveita leiðsluna og kanska at vinna tepran sigur á útivølli ímóti Tre Fiori, sum í kvøld einki bit vísti í álopinum.

 

B36 var so nógv meiri á bóltinum enn gestirnir, sum fyri tað mesta vóru væl mannaðir í og kring egnan brotsteig. Í fyrra hálvleiki var B36 ikki til at kenna aftur sammett við fyri einari viku síðani, tá ið framúr avrik bar við sær víðari úrtøku í Conference League. Tað gekk seint fyri seg, og tað riggaði ikki at vinna upplagdar málmøguleikar.

 

Tó vann B36 ein so stóran málmøguleika, tá ið ein hálvur tími var farin, sum tað ber til at ímynda sær. B36 vann brotsspark, og Magnus Egilsson, sum fyri viku síðani umsetti tvey brotsspark til mál, hevði ikki eydnuna við sær í kvøld. Fyri viku síðani sendi hann tvey brotsspørk flatt til høgru fyri seg sjálvan og í málið. Í kvøld royndi hann at senda bóltin flatt í hitt borðið, men málverjin tveitti seg og bjargaði.

 

Eftir steðgin var tað meiri ferð í B36 spælinum, men tað var framvegis heilt torført at vinna upplagdar møguleikar. Mótstøðumenninir dúvaðu upp á verjuspælið, og onkra ferðina vóru teir í skjótálopum, uttan at tað varð heilt vandamikið.

 

At enda brast fyri nev, og tað man kennast ógvuliga søtt hjá B36.

 

Í opnum spæli hevur tað seinastu ferðirnar víst seg at vera heilt torført hjá B36 at skora. Tað vóru 390 minuttir frá tí, at B36 skoraði í opnum spæli, og inntil tað eydnaðist aftur í kvøld. 26. juni vann B36 1-0 í Sørvági. Tá skoraði Brian Jakobsen eftir ein tíma og í opnum spæli. Síðani tapti B36 1. juli 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá var tað Magnus Holm Jacobsen, sum umsetti brotsspark til 2-1. So tapti B36 2-0 á útivølli ímóti Borac í Bosnia Hersegovina, og fyri einari viku síðani skoraði Magnus Egilsson tvey mál við brotsspørkum og eitt við frísparki, áðrenn dysturin varð avgjørdur í brotssparkskapping.

 

Og so var tað Andrass Johansen, sum í kvøld bjargaði føroyskum fótbólti trý stig og styrkti um vónina hjá B36 um, at tað eftir ólavsøkuvitjanina í San Marino fer at bera til at halda fram í Europa.

 

-

 

B36 – Tre Fiori 1-0 (0-0)

 

1-0: Andrass Johansen 84.

 

Dómarabólkur úr Portugal: António Nobre, Pedro Martins, Pedro Almeida og André Narciso (4. dómari)

 

B36 liðið er soleiðis mannað: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Benjamin Heinesen, 72.) – Eli Falkvard Nielsen – Hannes Agnarsson (Martin Agnarsson, 88.), Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Michal Przybylski (Ragnar Samuelsen, 88.), Brian Jakobsen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Sonni Højgaard, Hans Jørgensen, Andreas H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Carl Mikkelsen

 

Gult kort: Brian Jakobsen, Bjarki C. Nielsen, Andrass Johansen, Sonni Ragnar Nattestad

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

Dysturin í San Marino verður ólavsøkuaftan klokkan 19.45 føroyska tíð.