Fyri aðru ferð, síðani HB skifti venjara, eru teir reyðu og svørtu á veg í Eysturoyartunnilin við fullari úrtøku.
Í fyrstu royndini hjá André Olsen við stýrisvølin endaði tað við 1-0 sigri á útivølli ímóti Víkingi. Eftir 1-1 í Gundadali ímóti FM favorittunum í KÍ boðaði HB í gjár frá, at sáttmáli er skrivaður undir víð André Olsen um, at hann verður venjari fram til kappingarlok.
Og í kvøld takkaðu André Olsen og hansara menn fyri álitið, tá ið teir í Runavík vunnu 4-1 ímóti NSÍ, sum nú er fýra stig frá toppliðnum KÍ, og sum nú er fimm stig frammanfyri HB, ið er á triðja plássi.
Hóast tølini ikki vóru eins ógvuslig, sum tey vóru, tá ið NSÍ fór úr Gundadali við 7-1 sigri, so takkaði HB av álvara fyri seinast.
Nýggja venjaratoymið hevði av álvara gjørt skúlating. Fokus var fyrst og fremst á at typpa fyri, so NSÍ málmaskinan, sum í 10 teimum fyrstu umførunum ikki slapp at gera um seg. Petur Knudsen og Aron Knudsen vóru skerdir í borðunum, Heðin Hansen og Viljormur Davidsen høvdu tak á Klæminti A. Olsen, og á sentrala miðvøllinum eydnaðist tað ongantíð Brandi Hendriksson Olsen og Emil Weihe Joensen at vinna tann leiklutin, sum teir hava havt fyrr í ár.
HB vann brotsspark, tá ið stórur hálvur tími var farin. Eyðsýndi Heini Sørensen setti bóltin í málið, og so gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum. Brekkan hjá NSÍ varð uppaftur brattari, tá ið Heini Sørensen miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um munin. Við skoti av brotsteigarmarkinum og umvegis eitt NSÍ bein fór bólturin í netið. Uppleggið átti innskifti Mathias Voss.
NSÍ royndi at spenna álopsbogan, go so var tað Sammy Skytte við fínum skoti av brotsteigarmarkinum sendi bóltin upp í málhornið eftir upplegg frá Jákupi L. Thomsen.
Brandur H. Olsen átti uppleggið, tá ið Aron Knudsen eitt korter undan leikloki minkaði um munin til 3-1. Tað vóru spentar støður og onkur stórur málmøguleiki í HB brotsteiginum, men Bjarti Vitalis Mørk og verjan hildu tørn, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, var tað innskifti Bartal Páll Klein, sum setti bóltin í málið, og so var tað 4-1 til HB, sum fegnaðist og mundi kenna uppreisn eftir eyðmýkjandi tapið í Gundadali á krossmessu. Tað var tvífaldi málskjúttin Heini Sørensen og ivaleyst dagsins maður í dag, sum átti uppleggið.
HB áskoðararnir, sum hava kent seg eyðmýktar inntil fyri stuttum, hoyrust og fegnaðust, og spælararnir og nýggja venjaratoymið fegnaðust saman við sínum.
-Vit kendu okkum hava tak á tí, tá ið vit vóru komnir á odda. Tá var tað neyðugt hjá teimum at flyta nógv fólk fram, og so vistu vit, at tað var pláss í millumrúmunum og aftanfyri verjuna. Síðani venjaraskiftið hava vit fingið nýggjan íblástur, og vit hava fingið sjálvsálit og vita, at vit megna meiri, enn vit gjørdu fyrr í ár, og tað hava vit longu víst fleiri ferðir. Nú taka vit ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, sigur HB liðformaðurin Viljormur Davidsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.
##med2##
NSÍ – HB 1-4 (0-1)
0-1: Heini Sørensen br 32.
0-2: Heini Sørensen
0-3: Sammy Skytte
1-3: Aron Knudsen
1-4: Bartal Páll Klein 92.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Michal Przybylski, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe (Markus Danielsen, 76.) – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Leivur F. Guttesen, Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen
https://in.fo/news-detail/myndirnsi-hb