André andaðist tann 1. nov. 2013, og hann hevði verið 76, 4. januar í ár. Tríggir menn, sum kendu hann væl, hava – tó so ymiskir í hugi og hami - skrivað virðilig minningarorð um André. Hesir eru: Rolf Guttesen, Virgar Dalsgaard og Høgni Hoydal. Onnur hava borið honum alt gott á teim sosialu miðlunum, sum ein framúr mállærara á studenta- og handilsskúlum. Og tøkk fái tey øll fyri tað.
Rolf lýsir hann sum politiskt vinstrahallan. Virgar sum orðkringan sosialdemokrat, og Høgni sum ein kulturradikalan. Nakað er vituliga um tað, ið teir bera fram. Men kanska er har ein feril av liðhalli í teirra eygleiðingum, hetta at gera eina dygd úr teim virðum, ið ein sjálvur hámetir. Hetta sum vit - so ella so - helst øll hava lyndi til. Tú livir í tíðini og metir út frá henni. So kanska er einki forgjørt í, at eg leggi nøkur orð afturat, og uttan at skáka omanfyri nevndu áskoðanir.
Úr Sørvági til Klaksvíkar
Vit fluttu úr Sørvági til Klaksvíkar í apríl 1942. Tí Vágoyggin var hernaðarliga mestsum avbyrgd. Pápi førdi haðani norðuri fyrst “Thor” og síðani “Polarstjørnuna” undir øllum krígnum við ísfiski til bretska markedið. Vit vóru sjey systkin, og tætt var millum André og meg og tí so nær tengdir í uppvøkstrinum. André var stillur, tolin og inntonktur, sum tó tók orðið við fynd longu sum barn millum tey vaksnu. Gamal í ondini, varð sagt. Vit lósu alt, sum fyri var av bløðum og bókum, og vitjaðu støðugt á bókasavnið í bygdini, sum John Reid Bjartalíð tók stig til fyrst í 1950unum.
André var tíðliga politiskt vaktur. Sera tjóðskaparsinnaður og seinni at finna ytst á vinstravonginum. Eftir realprógv í 1954 tókst hann við fyrifallandi arbeiði, so sum lossing, á tunnuvirki, í handli og hevði handil sjálvur saman við øðrum eitt skifti. Í 1958 fór hann á studentaskúla í Havn og leyk prógv 2 ár seinni. Hesa tíðina var hann virkin á blaðnum 14. September.
Hann var eitt ár vikarur á Giljanesi, og fór síðani niður at lesa. Fyrst eitt skifti søgu, men bleiv í 1960 cand. mag. í russiskum (hann las tvey ár í Moskva) og týskum við Københavns Universitet - bæði heimsmál.
Tíðarinnar spor
Tíðirnar í 50unum vóru høpisleysar. Skuggin frá seinna heimskríggi hekk enn ófrættakendur. Um danskir politiskir myndugleikar onkursvegna vóru lotir og/ella høvdu samvitskubit yvir tann førda samstarvspolitikkin við týska hersetingarvaldið undir krígnum - tað ber til at hugsa sær.
So kanska tí hekk har ein innibyrgd langtan í huga teirra eftir at seta nøkur rættarlig stig í verk – ja, hví so ikki ímóti teim minni mentu – tí at revsa fólkavaldar politikarar - og tað betra slagið annars – tað er altíð verri at svølgja.
Føroyingar høvdu tá í 5-6 ár verið leysir av danskari yvirvøld og stevndu við áræði móti sjálvræði. Og, alt annað líka, so varð uppdragið á sjálvstýrisleiðini ikki nóg væl fyrireikað, og úrslitið bleiv hareftir.
Ísland var endaliga gloppið dønum av hondum undir krígnum, so onnur politisk afturstig á norðurleiðum var ikki nakar ynskidreymur fyri danir.
Læknastríðið
Ein tjóðskaparsinnað og læknaliga illa hagreidd fiskivinnubygd – eins og eystursíðan av Eysturoy og hinar Norðuroyggjar við – blivu onkursvegna til eitt hent høvi fyri revsingarhugi maktarmanna.
Høvið kom sum í tørvi frá “Den almindelige danske Lægeforening”. Ein fámæltur og avhildin danskur lækni, sum læknamyndugleikar landsins sjálvir høvdu beint til bygdar úr Havn í 1951 (hann var lækni í Føroyum frá 1948-1955), hann skuldi nú dáttliga revsast fyri okkurt hissini bekl í ungdóminum.
Læknin Olaf Halvorsen (1913-1993) bleiv sum ungur lesandi limur í Danmarks Nationalsocialistiske Arbejderparti (DNSAP) og hevði - sum so mangur annar - í millumkrígsárunum havt samhug við týskum áræði frá 1938 og fram til Danmark varð hersett í 1940. Átøkur so mongum øðrum, sum t.d. frá Th. Stauning, sjálvum (1873-1943), E. Scavenius (1877-1962) og líka til heiðursmannin Kaj Munk (1998-1944). Og Halvorsen skuldi nú fyri henda limaskap rinda í bót eina upphædd til støddar, ja heilar: 601 krónur og 50 oyru til læknafelagið (!).
Læknar og meginreglur
Fleiri buðu sær til at gjalda bótina, men Halvorsen noktaði prinsippfastur fyri hesum, tí hetta kundi vituliga tolkast til, at hann hevði gjørt onkra misgerð. Hann var vanur at taka við lívinum, soleiðis sum tað varð.
Hann misti pápan sum 2 ára gamal, mammuna 3 ár seinni og abban 14 ára gamal. Hann visti sum øll onnur, at rættarskipan landsins mól á kúluni, har ið øll tey ráðandi lógu væl í lívd.
Hetta annars virda danska læknafelagið “steig her í karakter” sum dømandi myndugleiki í ørsmáum skóm. Og rendi Halvorsen úr læknafelagnum. Meðan allir aðrir myndugleikar dansaðu við eftir teirra lótum.
Ríkisins politisku maktarmenn sendu fyrst “Hundaskipið” “Parkeston” við 50 harðvandum politistum og glepsandi sjefarhundum á revsingarferð higar til lands. Hetta bleiv ein total fiasko.
Men síðani komu næsta herðnaðarherðindi og við enn sterkari lúti - eitt alvápnað herskip “Rolf Krake” stevndi við villum veipandi, løddum kanónum inn eftir vágni í sept. 1955 – danskar kanónir høvdu tá ikki verið avdúkaðar síðani danir taptu í slagnum við Helgoland í 1864 – (!).
Alt fyri hesar sekshundrað og eina krónu og hálvtrýss oyru í bót (!). Ei undur í, at vit ungu tá spurdu: “Jamen, hvat hendir her?”
Rættarlig stig
Nakað frammanundan, at herskipið rundaði Klakkin, hevði tann komandi forsætisráðharrin Viggo Kampmann (1910-1976) verið beittur til bygdar sum ein hóskandi, hóttandi “diplomatur”, og fekk hann hol á manngarðin og avbyrgingina av vágni.
Kampman var helst tann rætti maðurin til hesa atgerð. Rættiliga begávaður og javnaðarmaður, men psykiskt sjúkur (manio-depressivur) av og á øll tey 20 árini - bæði sum fíggjarmálaráðharri (1953-60) og forsætismálaráðharri (1960-62). Hesi árini kundi hann í dagar og vikur túra maniskur runt í náttarlívi høvuðsstaðarins til sorg og skomm fyri familju sína og svik móti tí stjórnarleysa “- det yndige land, som er Frejas sal”. Tí táið hetta lagi var á honum, varð hann: “Heimsmeistarin - sum kundi, náddi, toldi og visti alt!” (Sí m.a. Helge Hjortdal: Tre Røde Konger, s.162-171).
Læknar uttan mørk -?
At ein lógliga settur “akademiskur handverkari” - tí flestu læknar eru væl ikki annað enn tað í sínum bestu hvítu kitlum og við sínum menniskjaligu dygdum, feilum og føllum – skuldi við afturvirkandi gildi verða orsøk til tílíkt láturligt ragnarok. Var tað ikki eitt himmalrópandi talentloysi?
Jú, gamaní, og satt er tað. Feilir vórðu gjørdir frá báðum síðum (og søgan vísir ferð eftir ferð, at eingin kann stýra einum fólksligum uppreistri, m.a. Spartacus, Vinegar Hill og Paramatta, men alramestu feilirnir her komu frá teim ráðandi embætismonnunum og politikarunum. Hetta var í seinnu helvt av 20indu øld. Frá hesum tænarum fólksins - sum teimum eyðmjúkliga dámar at nevna seg upp undir val, hesir, sum her hildu so svíðandi hánt um fólksins lívshóttandi tørv.
Lokabrøgd rættarins
Sigursæla krígsskipið lá bundið við bryggju. Her mátti David, lítli tapa fyri Goliat. Og úrslitið – móti fólksins ærliga og einfalda ynski um hjálp
– varð, at Olaf Halvorsen mátti fara av bygdini - við alla. Tann vitugi friðarmaðurin Fischer Heinesen fór í Skansan, og eitt tilvildarligt úrval av monnum (14 stk.) fóru í styttri tíðarskeið sama veg.
Alt eftir eina rættarviðgerð, sum úr enda í annan var ein glantrileikur. (So sum at avhoyra ómyndug, uttan at fedrarnir vistu av.) Hesir sjálvklóku umboðsmenn rættarins, ið enn ikki ána, hvørjir teir vóru, sum sprongdi eitt nú: Havnarskrivstovuna, Bankan og gomlu Innistovu – hóast vit (ið ikki vóru við til hetta) vistu frá hesum at siga - helst sama kvøldið - ja, go’morin!!!
Helst tey gløggastu orðini um læknastríðið eru eftirsíðan søgd av Jóngerð Purkhús, fyrrv. landsstýriskvinnu í einari útvarpssamrøðu, táið hon varð spurd um sína meining um málið - og hon visti, hvat ið hon talaði um - sáttliga svar hennara var hetta: ” Har dugdu teir ráðandi myndugleikarnir illa at finna loysnir!”
Tey ungu í 60’unum
Meginskald viðinga Chr. Matras lýsir í einari yrking hvørjar “halgidómar”, sum tey ung fingu við sær úr heimbygdini - og víðari út í lívið - og út í heim.
Lesandi ungdómur tá á døgum kom at vaksa upp og liva undir sperdum politiskum korum. Sjóvinnubankin rillaði í 50unum. Hundraðtals kvinnur og menn fóru til Íslands í vinnu. Fremstu politikararnir á frælsisveinginum: Thorstein Petersen og Erlendur Patursson blivu dømdir í geglið.
USA – sum tvær ferðir í somu øld mátti roynast uppruddarin í vitleysu mentanarborgini Europa – bleiv til høvuðsbeistið í Vietnam og Miðeystri. Sovjet knasaði hvørja frælsisvón í Mið-Europa. Og ikki nokk við tí - .
Seinni fylgdu meldurin við naivum krav- og friðargongum fyri politiskum totaliterum utopi (ella bara idioti?), sveiggjandi, syngjandi mótmælis- og blomsturbørn, alrahanda rúsevni og fjareysturlendskur Guru-religiøsur rúsur (Make Love, Not Children!) o.s.fr. - eitt díki har mong ung og eldri smokkaðu í. (Tó, tann sum er reinur .....).
Málkønur og einspennari
Sum 14 ára gamal skrivaði André ein feilfrían frístíl upp á uml. 10 síður undir heitinum: “Befolkningens kranke skæbne med egoistiske statsoverhoveder i højsædet”, og sum hann fekk nógv rós fyri. Men - merkiligt - sum hetta temaið kom at forfylgja lívsleið hansara?
André helti til ta áskoðanina, at meirilutin hevur altíð órætt – mótvegis teim minni mentu. Ja, nakað soleiðis. Tí táið hann var í Russlandi og las, spurdi hann tey politiskt korrektu har mangar kritiskar spurningar. Og tí vakti tað undran, táið tað stóð í Isvestia ella Pravda, at nú hevði enn eitt land afturat: Føroyar fingið tað “Kommunistiska Manifestið” eftir Marx og Engels á prenti, og týtt til føroyskt av André Niclasen. Tí har hildu tey hann vera ið so politiskt andsagnarligan.
Eisini var André á gátt hjá teirri “Felags kristnu registreraðu samkomuni” í Moskva, sum eg heitti á hann at vitja. Og hann læt væl at. Har var góður sangur og talur, og frá teim uttan fyri fekk hann at vita, at hesi kristnu vóru góðir og friðarligir samfelagsborgarar. Ein kemur her beinanvegin at hugsa um Aljosjka, tann kristna mannin í fangaleguni Gulag, í “En dag i Ivan Denisovits liv” eftir Alexandr Solsjenitsyn.
André kundi vera hvassorðaður politiskt mótvegis teim kristnu um lond og her heima við, men eisini mótvegis teimum, ið hann metti, sum sínar grunnu “partamenn”. Sum t.d. kemur til kennar í tí argandi greinini: “Loðin atsókn”, sum stóð í Dimmalætting (haldi eg tað var). Ein kritisk viðgerð av teim ótamdu Mao-istisku og albansku samsintu o.s.fr. lesandi ungu, sum erpnir hóreiggjaðu sær á “politiska vígvøllinum” - eina mest sum allodnir og ófólkaligir – men sum “sonnu vinir fæloysinga” – (!)
Málkærur
André hevði eitt framúr máloyra. Mamma hevði málans, og pápi kundi við milt rósandi orðum – glósa sera beinrakið (!). Heimið var sum so sosialt/tjóðskaparsinnað.
Pápi førdi sluppina “Thor” heim undan Íslandi, sum fyrsta skipið við navninum “Føroyar” á og við tveimum føroyskum fløggum málað á skansaklædningin, hetta í september 1939 – meiri enn eitt hálvt ár undan at Merkið varð góðkent tann 25. apríl 1940.
Sýslumaðurin í Vágum legðist á dagbókina, tí skipið var ólógligt, segði hann. Men pápi legði bara inn á Havnina á veg til Klaksvíkar og keypti har eina nýggja dagbók, sum hann so brúkti. Táið teir seinni komu til Aberdeen, fekk hann eina nýggja autoriseraða dagbók harfrá, sum hann síðani brúkti, til kríggið var av.
Táið André eitt nú sum smádrongur las eina biografplakat á el-steyrunum í bygdini við stavivillum í, ja, so rættaði hann hetta bara við blýanti, og fór so víðari. Hann týddi týskar tekstir í realskúlanum beinleiðis til føroyskt, sum ikki var vanligt tá.
Bók hansara: “Føroya mál á mannatungu” er helst tann mest merkisverda í øllum málstríðnum – so ella so – vælskrivað, øðrvísi, glósut við humori, men við málkønari tyngd. Tílíkar bøkur verða ikki fagnaðar av “hoffinum”, hesi hoff sum tú finnur alsamt á almennum rókum og í látrum, hesi sum halda seg eiga eitt nú tað føroyska málið framum øll onnur. Hesi eiga harafturímóti ikki sjálvspeisemi og gerast tey tí ofta sorgarbundin og/ella fornermað. Og summi taka til revsingarátøk mótvegis øðrum -.
Lærari og tolkur
André hevði tekniskt innlit, sum kom honum til góðar, bæði sum tolkur fyri eitt nú Dansk Industrisyndikat (DISA) og føroyskar og russiskar myndugleikar á millumlandastøði. Hann var virdur sum tolkur. Var virðiligur vinur við eitt nú undangongumenn sum Erlend Patursson (1913-1986) og Atla Dam (1932-2005).
Hann bar orð fyri at vera ein góður lærari og vekjandi at skifta orð við. Men tað sosiala lá honum altíð frammarlaga í huganum. André gleddi seg til eftir hvørja summarferiu at møta teim ungu í skúlanum: “Hugsa tær” segði hann “At eini 50 ung eygu stara at tær, sum vilja hava nakað nýtt at vita. Tey eru moyr. Eru júst komin frá mammu síni. Merkja tey, at tú góður við tey og hevur nakað gott at borðreiða við. So er alt í lagi. Um onkur er, sum hevur hug til at órógva har afturi, so er tað hesi, sum hava at teimum – og tá er stuttligt at fara undir konjunktiv (hugshátt) á týskum!”.
Kanska Jóannes Eidesgaard, fyrrv. løgmaður og lærari, og sum hevur havt André sum lærara í týskum, rakti plettin, tá hann í samrøðu við meg fyri nakað síðani segði: ”André var ein typiskur intellektuellur, hann segði sína meining lágmæltur, gjørdi ongan vørr fyri egið gagn at fremja. Tað sum sagt var, stóð hann við, og tað var so tað!”
Hansara heldur smædna lyndi bar við sær, at André annars ikki dámdi rós. “Alt verður róst nú á døgum, eisini tað, sum ikki eigur rós uppiborið”, segði hann.
Hann plagdi, sum tann eldri av okkum, at formana mær um ikki at vera ov ótolnan og bersøgnan - og eg haldi, satt at siga, at honum hevði helst ikki dámt hesa greinina heldur – tó um bókina “Fólkini Úti á Bø”, sum hann setti navn á, og eg skrivaði, segði hann tó: “Hetta er ein góð bók, fá hana út - !”.
Gráa temur -
Tað stendur: “Tann vegin, ið træið fellur, verður tað liggjandi” (Præd.11). Men øll verða vit tó brýnd av lívinum. Elisabeth, omma í Sørvági plagdi at taka til um rokaligar dreingir: ”Bíða bara – Gráa (verðin) temur” - um lívsins lemjandi leik.
Eftir eitt “sturm-und-drang” tíðarskeið sum yngri gjørdist André aftur hóvsamur sum fyrr. Dámdi ikki órógv ella hernaðarlig herðindi. Hann vildi ongan stoyta frontalt. Men hugurin til mál og mentan viknaði als ikki. Hann las nógv og fylgdi við á øllum leiðum og á mongum málum.
Hann segði við meg : “Táið eg av og á lesi í Bíbliuni, so er tað Victor Danielsens týðing frá 1949. Hon er tann besta. Victor var framúr“. Tí var tað gott, at teologurin Theodor Olsen vildi lesa 1. Kor. 13. kap. “Kærleikans kapittul” við jarðarferðina í kapellinum eftir týðing Victor’s.
“Málið er livandi ein vera – ein urtagarður, sum ikki skal røktast við gravimaskinu, men við varsemi”, plagdi André at minna á.
Vinstrahallur var hann fyri lívið. Og hansara politiska sannføring var kend av øllum, men hon kom ikki upp á tal í skúlanum. Hinvegin var hann rúmligur og opin fyri øðrum meiningum. Hann hevði okkurt vinnuligt evni fyri í skúlanum, og tá bað hann Óla Breckman koma í tíman fyri at greiða frá bókini um Hans Paula Johannesen, vinnulívsmann og rokskipara. Hesa bók, sum André metti týdningarmikla, ja, tað var sum at hoyra høvuðspersónin sjálvan - beint úr “hestsins múla”.
Vit vóru jú frá barni vaksnir upp í einari fiskivinnubygd, og vóru tí vanir við í Salinum í Klaksvík at lýða á hendinga oratorar sum m.a. brøðurnar Hans Paula og Kaj Johannesen úr Hvannasundi.
Loksins
Vit bæði Annelena og Marni vóru stødd í Jyllandi og fóru vituliga at vitja André á brádliga íkomnu sjúkraleguni á Ríkishospitalinum.
Lítið samband fekst við hann - har mitt í tí tunga og evsta andróðrinum.
Har fóru mangir tankar framvið hesa løtuna.
Tað definitiva og skilmarkandi er so mergsúgvandi.
Eg vildi so gjarna fingið eina samrøðu afturat við hann – og eina afturat og .....
Tó, Dikka og tær tríggjar tokkaligu døturnar, Sunneva, Marjun og Katrin, vóru trúliga, støðugt og loksins um hann.
Og tað var gott.
------
Arnstein Niclasen