André og Ósá: Nógv góð leiklig avrik men stóra úrslitið manglaði

(FM1) Hoyr Jákup Ósá, fótbóltstíðindamann og fótbóltshagfrøðing, og André Olsen, venjara og fótbóltsviðmerkjara taka samanum HM-undankappingina hjá Føroyum

##med2##

 

Nógv góð leiklig avrik har Føroyar stríðast væl og spæla upp ímóti Danmark tvær ferðir, Skotlandi og Eysturríki á heimavølli og Ísrael á útivølli, men tað stóra úrslitið, javnleikur og sigur manglaði fyri, at tað skuldi gerast heilt stórt.

 

Hetta eru Jákup Ósá, fótbóltstíðindamaður og fótbóltshagtalsfrøðingur hjá bolt.fo og Norðlýsinum, og André Olsen, venjari og fótbóltsviðmerkjari samdur um. 

 

Jákup Ósá slær fast, at landsliðið við sigri og javnleiki móti Moldova gjørdi sína skyldu ikki at enda aftast í bólkinum. Serliga Danmark, Skotland, Eysturríki og Ísrael eru øll sterk mótstøðulið, ið tað fór at krevja nógv av Føroyum at vinna á. Tað var nær við, men tað eydnaðist tíverri ikki. 

 

André heldur, at við avrikunum U21-landsliðið hevur havt seinastu árini bíðar okkum ein spennandi framtíð í landsliðshøpi.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 gjørdi við Jákup Ósá aftaná tepra 2-3 tapið fyri Ísrael.

 

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við André Olsen.