##med2##
- HB-arnir fara at vera væl fyrireikaðir til uppgávuna móti TB sunnudagin klokkan 15. Tað væntar gamla HB-kempan, Andrew av Fløtum.
HB hevur havt tvey minni góð avrik móti NSÍ og AB tveir teir seinastu dystirnar. Andrew av Fløtum væntar, at HB hevur lært av hesum báðum dystunum, og fer at avrika betri móti TB, og fer at staðfesta 24. FM-heitið í søguni hjá HB.
Andrew av Fløtum væntar avgjørt, at KÍ vinnur á NSÍ við Løkin í Runavík, serliga tí Petur Knudsen ikki verður við NSÍ sunnudagin. Andrew metti eisini um hinar dystirnar í Betrideildini, ið verða leiktir sunnudagin. Hetta gjørdi hann í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Vertur var Tróndur Arge.