Andrew og Jónas steðgaðu oddaliðnum

Andrew av Fløtum og Jónas Tór Næs spældu báðir við í 90 minuttir, tá ið Fremad Amager sunnudagin spældi ímóti toppliðnum í donsku 1. deild, Lyngby. Dysturin endaði málleysur 0-0, og tað var eitt gott úrslit fyri Fremad Amager, sum var á útivølli. Christian Lamhauge Holst spældi við hjá Lyngby, men heldur ikki hann megnaði at skora.