Føroyski málverjin, Andri Kristianson Hansen og liðfelagarnir í Fjölnir høvdu ryggin móti múrinum, tá teir í dag spældu triðju uppflytingarfinaluna móti Víkingi Reykjavík á útivølli.
Undan uppgerðini var Víkingur Reykjavík á odda 2-0 í samlaðu uppgerðunum, og kundi Víkingur við sigri í dag tryggja sær uppflytingina.
Men teir í Fjölnir fingu forða fyri hesum. Andri og liðfelagarnir vunnu dystin 25-24. Í steðginum var Víkingur á odda 13-12.
Andri bleiv noteraður fyri níggju bjargingar í dystinum.
Fjórða uppflytingarfinalan verður á heimavøllinum hjá Fjölnir í Dalhúsum komandi hóskvøld. Vinnur Fjölnir verður fimta og avgerandi uppflytingarfinalan komandi sunnudag.