Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í kvøld dyst í bestu pólsku fótbóltsdeildini á Orlen leikvøllinum í Plock.
Á vitjan hjá Wisla Plock var liðið, ið nevnist Bruk-Bet Termalica.
Tað eydnaðist Andriasi og liðfeløgunum at vinna dystin 3-1. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki skoraði Wisla øll trý málini. Dani Pacheco, Łukasz Sekulski og Deni Jurić syrgdu fyri málunum.
Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var Andrias so óheppin at gera sjálvmál, so útiliðið fekk pyntað um støðuna.
Andrias fær frá Soccerstand/Flashscore næstbesta karakterin av øllum leikarunum hjá Wisla Plock. Andrias fær 7,9 (av 10).
Wisla Plock er fjórðfremst í deildini við 21 stigum. Fremst í deildini við 24 stigum er Jagiellonia.
Komandi mánakvøld klokkan 18 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Radomiak Radom.