Verjuskansin, Andrias Edmundsson skiftir triðbestu pólsku deildina út við næstbestu pólsku deildina.
Wisla Plock kunngjørdi ígjár, at Andrias Edmundsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við møguleika at leingja hann.
Í triðbestu deildini vóru Andrias og liðfelagarnir í Chojniczanka ov stuttir at vinna uppflyting til næstbestu deildina, men nú er Andrias so fluttur upp eina deild.