Týsdagin boðaði Fólkaflokkurin til tíðindafundar, har Óli Breckmann legði fram uppskot til skáttaábót. Fólkaflokkurin sigur, at hetta uppskotið er í tráð við samgonguskjalið, og at Fólkaflokkurin hevur tikið hetta stigið fyri at skunda undir landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Við útvarpið í kvøld segði Jóannes Eidesgaard, at hann hevur tosað við Edmund Joensen, formann Sambandsfloksins. Sambands- og Javnaðarflokkurin eru samdir um, at lág- og miðalinntøkurnar skulu hava skattalætta. Báðir flokkarinir hava arbeitt við hesum, segði hann.
? Men sum eg skilji á Óla Breckmann, so vil hann hava Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum at leggja uppskotið fram. Men ger hann ikki tað, so er ikki óvist, at vit fara at gera tað, og tá rokna vit við stuðli frá Fólkaflokkinum, segði Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard vísti á, at eitt slíkt skattauppskot er rættuliga tekniskt, og at andstøðan ikki hevur somu atgongd til upplýsingar frá umsitingini, sum samgongan. Tí verður neyðugt við hjálp frá samgonguni, segði hann