Andstøðufólk tikin í Ungarn

Løgreglan í Ungarn hevur handtikið fyrrverandi sosialdemokratiska forsætisráðharran Ferenc Gyurcsany, tá hann var uppi í einum mótmælistiltaki uttan fyri tinghúsið í høvuðsstaðnum Budapest. Í sama viðfangi rak løgreglan átta tinglimir hjá tí liberala flokkinum LMP burtur.

Mótmælistiltakið hjá andstøðuni er ein avleiðing av, at tjóðartingið hevur samtykt at broyta ungarsku vallógina og fleiri búskaparlógir. ES hevur mótmælt broytingunum, tí tær skerja møguleikarnar hjá útlendskum íleggjarum at virka í Ungarn.

Tann konservativi forsætisráðharrin, Viktor Orbán, hevur sagt, at málið við broytingunum er, at stjórnin skal fáa størri avgerðarrætt yvir Tjóðbankanum.