-Landsstýrið má taka seg um reiggj og finna fram til, hvussu tað loysir trupulleikan, sum er íkomin í sambandi við ætlanina hjá fuglfirðingum at gera býin til tilfeingisdepil fyri pelagisiskan fisk.
Hetta sigur formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, nú landsstýrismenn og løgmaður tykjast hvørki vita út ella inn, hvussu teir skulu loysa málið men brúka tíðina til at geva hvørjum øðrum skyldina fyri, at einki hendir.
Fyri at fáa eina betri fatan av hesum máli bað Jóannes Eidesgaard í farnu viku um fund við meirilutan í Fuglafjarðar Býráð. Á fundinum var eisini umboð fyri hin stóra andstøðuflokkin, Signar Hansen úr tjóðveldisflokkinum.
-Hetta var ein góður fundur, har vit fingu greiðu á øllum hesum málinum. Tað stendur púra greitt fyri mær, at er landsstýrið ikki ført fyri at finna eina loysn, so mugu vit í andstøðuni koma fuglfirðingum til hjálpar.
Jóannes Eidesgaard sigur, at nú løgmaður hevur heitt á Sámal Petur í Grund, landsstýrismann um at taka sær av málinum og leggja fyri fíggjarnevndina skjal í málinum, har tað verður gjørt upp, um nøkur forðing liggur í avtaluni við danir, so fer Fíggjarnevndin at bíða við spenningi eftir, hvat kemur burtur úr hesi áheitan løgmans. Kann tað fáa glið á málið, sum tryggjar, at havnaútbyggingin kann fara fram í Fuglafirði, so er hetta gott. Men hendir einki, so má andstøðan í fíggjarnevndini í sambandi við álitið um málið, taka hetta upp.
Vanlukka
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er einki minni enn ein vanlukka fyri ikki bert Fuglafjørð men fyri alt samfelagið, at landsstýrið hevur ligið á málinum. Sildin hevur nú ferðast framvið stendur okkara í fleiri ár, uttan at vit hava fingið nakað stórvegis burtur úr henni.
-Sjálvur haldi eg, at hetta málið hevur so stóran principiellan týdning, at tað átti at fingið nógv størri prioritet í sambandi við sjálva fíggjarlógarviðgerðina hjá landsstýrinum, enn tað í veruleikanum hevur fingið.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað eyðkennir landsstýrið, at tað fær ikki tikið avgerðir, sum eru partar av loysnum. Talan er fyri tað mesta um einstaklingamál, sum koma í tingið.
Tingmaðurin heldur ikki tað er í stríð við avtaluna við danir, um løgtingið setir seks mill. kr. í eina havnaútbygging í Fuglafirði.
Hann sigur seg annars ikki vita, hví hetta málið er vorðið til ein trupulleika í landsstýrinum, tí løgmaður hevur sjálvur gjørt nógv burtur úr júst hesum málinum. M.a. tók hann tað upp í ólavsøkurøðuni og fanst at sínum landsstýrismonnum fyri at teir einki høvdu gjørt. At tað so einki er hent í málinum er helst tí, at løgmaður hevur ikki fylgt tí upp.
Gøta/Fuglafjørð
Uppá fyrispurning um lokalpolitikkur kann vera orsøkin til, at málið ikki er komið víðari sigur Jóannes Eidesgaard, at tað er rætt, at gøtumenn eisini hava ætlanir um at fara undir eina útbyggingarætlan á hesum økinum.
-Sjálvur vildi eg hildið, at tað er ein stórur fyrimunur at leggja ein slíkan depil í Fuglafirði, har tað jú eru góðar umstøður at taka tann partin av eitt nú sildini, sum ikki verður brúkt til matna, og gera hann til mjøl. Tí skuldi tað verið ein fyrimunur, at tú slapst av við alla lastina á einum stað. Haraftrat kemur at tað eru stórir goymslumøguleikar í Fuglafirði.
Formaður javnaðarfloksins heldur, at málið er so mikið álvarsligt, at tað má ikki sleppa at detta niður fyri. Megnar landsstýrið ikki at gera nakað við málið, so má andstøðan taka sær av hesum.