Andy fer til ÍF

23 ára gamli framrættaði NSÍ spælarin, Andy Olsen, sum ikki hevur fingið nógva spælitíð á besta liðnum, fer nú til at spæla við ÍF

Eftir sigurin á KÍ leygardagin boðaði ÍF leiðslan frá, at ein nýggjur spælari verður í besta hópinum eftir summarsteðgin. Talan er um Andy Olsen, sum higartil hevur spælt við NSÍ. Hann hevur í kvøld skrivað undir avtalu við ÍF. Andy Olsen, sum er føddur 3. desember 1984, hevur altíð spælt við NSÍ. Í fjør og aftur í ár hevur hann ikki fingið nógva spælitíð á besta liðnum, og nú fer hann altso til Fuglafirðar at royna seg. Andy Olsen hevur spælt í álopinum og í síðunum – oftast í vinstru síðu