Anfinn Kallsberg danskur ráðharri!

Kann tað hugsast at Anfinn Kallsberg, fólkatingsmaður, fær tilboð um at gerast ráðharri í nýggju donsku stjórnini, við Norðuratlandsøkjunum sum málsøki

Ísak Mikladal

Politikkur er millum annað at hava dirvi at ganga nýggjar leiðir, tora at taka við avbjóðingum, bjóða seg fram og til einhvørja tíð at virka fyri heilum loysnum.
Tað er eingin loyna at Anfinn Kallsberg er ein av royndastu politikarunum sum vit hava í løtuni. Hann er viðurkendur her á landi og í Danmark fyri at søkja semjur, samanhald og at fara eftir so breiðum politiskum loysnum sum gjørligt. Eisini er hann ein virdur politikari millum donsku starvsfelagar sínar, bæði teir í andstøðu og samgongu.
Spurningurin er, um hetta ikki júst er rætta løtan at ganga heilt nýggjar leiðir, fyri at loysa upp og fyri at fáa eina endaliga og varandi loysn á viðurskiftunum millum norðuratlantsøkið Føroyar/Grønland og Danmark.
Er tað hugsandi, at politiska leiðslan í Danmark við Anders Fogh Rasmussen á odda fer at bjóða royndum føroyskum politikara at umsita málsøkini viðvíkjandi Norðuratlandsøkjunum á Fólkatingi? Við tí fyri eyga at fáa eina breiða politiska loysn á málinum viðv. ríkisfelagsskapinum - og harvið fáa málið loyst innanífrá heldur enn við áhaldandi trýsti útifrá. Tað sær tíverri út til, at danir hava ilt við at koma víðari, meðan íblástur útifrá hevði helst tænt málinum best.
Á nýggju ráðharrastovuni kundu bæði donsk og føroysk/grønlendsk embætisfólk starvast, á tann hátt høvdu eisini føroyskir og grønlendskir serfrøðingar, saman við donskum embætisfólkum, havt møguleika fyri at tilevna neyðug tilmæli og álit eins og at vegleitt ráðharran.
Um Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin ikki bjóða seg fram, tí teir meta hetta at blanda seg uppí danskan politikki, er tó umráðandi at teir eru fyri sjálvum tankanum og til reiðar um møguleikin gerst veruleiki. Harnæst er neyðugt at Føroya- og Grønlendska Landsstýrið vísa jaligan hugburð og eru við í møguligari tilevning av konseptinum, hevði hildið at bæði føroyska og grønlendska fólki vildu staði aftanfyri Anfinn Kallsberg í einum møguligum nýggjum slóðbrótandi arbeiðið føroyskum og grønlendskum viðurskiftum at frama.