Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri á Tvøroyri í tríggjar vikur

Anita Vibergsdóttir skal røkja borgarstjórastarvið á Tvøroyri, meðan Kristin Michelsen er í farloyvi

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur fráboðað umsitingini í Tvøroyrar kommunu, at hann tekur farloyvið úr borgarstjórasessinum á Tvøroyri frá hósdegnum 24. november til mánadagin 12. desember.

 

Hesum boðar Tvøroyrar kommuna frá í kvøld.

 

Sostatt verður tað Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, sum verður borgarstjóri hetta sama tíðarskeiði, skrivar kommunan.