Flaggdagshaldið verður uttan fyri Gamla Bókahandil, og flaggdagsrøðari í ár verður Jon Hestoy.
Jon Hestoy er av Tvøroyri og búsitandi á Argjum. Jon Hestoy er svimjari og hevur í síni tíð sum kappsvimjari m.a sett átta donsk met í svimjing í 80’unum. Jon Hestoy hevur verið formaður fyri Svimjisamband Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF i 6 ár. Í sínum dagliga yrki er Jon Hestoy stjóri og eigari av prentsmiðjuni Føroyaprent.
Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941, og so aftur í 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táðin uppaftur.
Havnar Hornorkestur hevur síðani skipað fyri flaggdagshaldi á hvørjum ári síðani 1947.
– Hetta er ein siðvenja, vit seta eina æru í at halda fram við, og vit gleðast um, at tað altíð eru nógv fólk, sum hátíðarhalda dagin og merkið saman við okkum, sigur Rebekka Hjørleivsdóttir, forkvinna í Havnar Hornorkestri.
Sum nakað serligt í ár hevur Havnar Hornorkestur vitjan av Skanderborg Brass Band. Flaggdagshaldið endar við einari uttandura konsert, har bæði hornorkestrini spæla.
Næsta stóra tiltakið, sum Havnar Hornorkestur luttekur í, er árliga Musikkstevnan, sum í ár verður í Fuglafirði dýra biðidag 26. apríl, skrivar Havnar Hornorkestur.