Ann Hjaltalin 40 ára starvsdag í landsstýrinum

Í gjár hevði Ann Hjaltalin, skrivari hjá løgmanni, 40 ára starvsdag.

Dagurin varð hátíðarhildin við morgunmati á Løgmansskrivstovuni, har Jóannes Eidesgaard, løgmaður handaði Ann heiðursmerki frá drotningini. Tað sjáldsama við hesum er, at tey bæði – Ann og Jóannes – hava gingið í skúla saman á Tvøroyri.Ann byrjaði í skrivstovulæru á Landsskrivstovuni í 1968, sum tá var fyrisiting fyri alt landsstýrið, stóran part av almennu fyrisitingini og partvís eisini skrivstova fyri løgtingið. Eftir lokið læruprógv í 1971 varð hon sett í starv sum skrivstovukvinna.Síðan desember 1997 hevur Ann verið skrivari hjá skiftandi løgmonnum. Ann hevur starvast saman við 9 av teimum 11 løgmonnunum, síðan Heimastýrislógin kom í 1948.sb.mynd(kvinna)Ann Hjaltalin kom til arbeiðis í gjáramorgunin, og visti av ongum, nú starvsfelagar hennara høvdu gjørt burturúr hesum runda starvsdegi hennaraMynd: Jens Kristian Vang (løgmaður)Jóannes Eidesgaard handar Ann Hjaltalin blómutyssi og heiðursmerkið frá drotningini