M.a. vera fleiri smáar og forkunnugar sølubúðir á staðnum. Her fert tú at kunnu keypa heimagjørd føroysk pløgg frá Annu og Daniu Pau, leirlist frá Gurið Poulsen, kaffi, the og konfekt frá Brell og heimagjørd prýði frá Tinu. Norðlýsið fer eisini at liggja við bryggju á festivaløkinum, og har ber til at keypa góða fiskasuppu frá Elin Dimon, sum er serkøn í heilsugóðum mati, og sum hevur nógvar spennandi og øðrvísi rættir at bjóða.