Anna er meira enn eitt stjørnuskot

Ein væluppløgd Anna Nygaard, nú Anna Faroe, prógvaði, at ”Tomorrow never dies” í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið

Anna Faroe, sum Anna Nygaard nú eitur, bergtók føroyingar við fjølbroyttu rødd síni, tá hon hevði konsertir í Runavík og í Havn í síðstu viku.
Undirritaða hevði tikið 10 ára gomlu dóttrina við til konsertina í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Hon er, eins og so mangar aðrar smágentur, ein rættiligur Anna Nygaard fjeppari, og hetta sást eisini aftur millum áskoðararnar. Har vóru nógv flestar kvinnur, bæði ungar og eldri, og sera nógvar møðgur. Hugnaligt eina mentanarnátt.

Tónleikarar í heimsklassa
Við sær á pall hevur Anna Faroe tað upprunaliga The X Orchestra, sum eisini fylgdi øllum tónlistafólkunum í teimum stóru X-Factor livesframførslunum. Hetta eru tónleikarar í heimsklassa, og sera forvitnisligir at uppliva á føroyskum palli. Í sjálvum sær ein framúr konsertuppliving. Ikki minst okkara egna gittarleikara, Hjalta Joensen, sum, saman við Onnu, hevur ligið á føroyska hittlistarnum í fleiri vikur við lagnum Change the Wolrd.

Spennandi samstarv
Konsertin var býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti hoyrdu vit øll tey vælkendu løgini frá X-factorsendingunum, líka frá fyrsta degi, til Anna púra óvantað varð ripað út við James Bond sanginum 'Tomorrow never Dies' aftan á 5. livesendingina.
Eftir ein heldur drúgvan steðg, framførdi Anna Faroe nøkur av hennara yndisløgum, og til endans sluppu vit at hoyra brot úr nýggju fløguni "Beacuse I Want To", sum kemur út í dag, 31. mai.
Fløgan er framleidd av Pete Smith, ið eisini hevur framleitt fyri Sting, Joe Cocker, Gary Moore og Randy Crawford.
Tíbetur fyri okkum goggaði hann í Onnu Nygaard, sum hon æt tá, beint sum hon varð blakað úr sendingini, og bjóðaði henni eitt samstarv. Tí løgini frá konsertina vóru bæði spennandi og persónlig.

Kulan verumáta
Anna Faroe er heilt vist enn ein stjørna í perlurøðini av føroyskum sangstjørnum. Hon hevur fult tamarhald á støðuni á pallinum. Vit eru í tryggum hondum og kunnu bara vænta tað besta. Eisini hevur hon sjáldsama gott tamarhald á røddini, bæði tá hon syngur høgt, men serliga, tá hon fer niður í lágu leguna. Tulkingarnar av sangunum eru persónligar og meistarliga væl frambornar. Faktiskt var hetta fyrstu ferð, at eg kendi stóra salin í Norðurlandahúsinum alt ov lítlan, tí hon kundi fylt nógv meira, um hon slapp.
At hon harumframt hevur eina fullkomiliga ”down to earth attitude” ger hana til eina óvanliga vakra stjørnu, bæði á at líta og á at lýða.

Stílur ella ikki stílur
Klædnastílurin er eftir øllum at døma eitt heilt kapittul fyri seg, tá tað snýr seg um at stíla føroysku sangstjørnurnar.
Hvør minnist ikki ta allarstørstu (eftir mínum tykki) stjørnuna, vakra sangfuglin Guðruna Sólju, tá hon ferð eftir ferð varð mis-stílað av DR. Og so Eivør Pálsdóttir, sum altíð er gudavøkur á palli.
Fyrra partin av konsertini var Anna Faroe í einum bedárandi og sera hóskandi ullintum, gráum ”hjulskornum” spensara við kulørtum mynsturbordum. Helst frá Jóhonnu av Steinum, ið sum kunnugt hevur sniðgivið fleiri pløgg til songkvinnuna. Perfektur!
Men í seinna parti hevði onkur, dugdi ikki at síggja hvør, tí eg kendi ikki stílin, draperað hana inn í ein risastóran músagráan toga, sum mest av øllum líktist einum kilometri av ”nervøsum floyali frá Skemmuni”. Sum tá smágenturnar spæla fínar konur. Ikki pent!

Meira enn eitt stjørnuskot
Tíbetur eru klæðini ikki tað mest spennandi, tá vit hoyra feitan tónleik. So lat okkum heldur tosa um tónleikastílin, sum er divakendur við einum løttum jazz og swing huglagi. Í støðum rættiliga avancera, og neyvan ætlað yngsta ættarliðinum, sum higartil bert kennir songkvinnuna sum X-factorstjørnu. Men kanska fari eg skeiv har, tí dótturin legði beinanvegin billet inn til eina fløgu, tá konsertin var av.
Tað mest hugaliga var tó at uppliva eina unga kvinnu, sum hevur játtað at vera við í einum fløgusamstarvi við einari sjangru, sum helst ikki liggur allar ovast á hitlistunum hjá lættisoppa meirilutanum. At hon velur tað, sum heldur, eisini í morgin – tí sum kunnugt: 'Tomorrow never Dies'.
Vanliga verður sagt, at dygd heldur. Við at velja sær ein meira spennandi tónleikastíl enn tann, sum liggur fremst fyri, fær Anna Faroe vónandi fest seg á stjørnuhimmalin sum eina livandi stjørnu – og ikki bara sum eitt stjørnuskot. Tí hon hevur nógv, nógv meira ”X-factor” til bara at vera ”Stjerne for en aften!”

Sitat:
At hon harumframt hevur eina fullkomiliga ”down to earth attitude” ger hana til eina óvanliga vakra stjørnu, bæði á at líta og á at lýða.