Anna Faroe í Roskilde

Tann 3. september verður høvi at hoyra Onnu Faroe, ella Onnu Nygaard, sum føroyingar eisini kenna hana, í Roskilde. Anna gjørdist kend av luttøkuni í X Factor í Danmarks Radio, og er síðani marknaðarførd undir navninum Anna Faroe.

3. september er høvi at hoyra hana í Roskilde.

Tá verður eitt Open By Night tiltak har, og Anna skal á pall.

Millum klokkan 19.00 og 19.45 fer Anna Faroe á pall við orkesrti á Stændertorvet í Roskilde.