Anna Kathrina í Smiðjuni

Kristi himmalsferðardag, hósdagin 25. mai kl. 16, letur Anna Kathrina Højgaard, fotografur, upp eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við foto og grafiskum myndum. Myndirnar eru 20 í tali við ymiskum myndevnum.

Framsýningin er opin allar dagar frá kl. 15-20, til og við mikudagin 31. mai.