Anna úr Kaldbak fór við bilinum

Vinnarin til bilin, sum Tórshavnar ítróttarráð lutaði burtur í ólavsøkudráttinum er funnin. Tað var ein Kaldbaksdama

Sveinur Tróndarson


Tórshavnar Ítróttarráð hevur nú í nógv ár lutað stórar vinningar burtur í sambandi við Ólavsøku og árið í ár var einki undantak í so máta.

Høvuðsvinningurin var ein Toyota bilur frá Reyni Service, men hóast tað, so sá út til at ganga heldur striltið at finna vinnaran. Um tvær vikur eftir dráttin hevði eingin boða frá, at tey sótu við vinnaraseðlinum, men hann mundi nokk fara at koma undan kavi fyrr ella seinni.

Og tað var júst tað hann gjørdi.

Tað var Anna Justesen úr Kaldbak, sum sat við vinnaraseðlinum, sum hon hevði keypt frá einum starvsfelaga á B6 einaferð fyrst í mei mánað.

Í veruleikanum hevði Anna gloymt alt um seðilin og hon hevði ikki sæð lýsingina við vinnaranummrunum. Eitt kvøldið hon var á náttavakt tosaðu tær um vinningin, og starvsfelagið segði við hana, at høvuðsvinningurin var fallin á eitt nummar, sum var tætt við tað sum onkur har á deildini hevði. Um hon ikki hevði ein seðil.

Tær fóru at hyggja, men áðrenn Anna kom so langt mátti hon til ein sjúkling. Starvsfelagin hevði ikki tol at bíða, hugdi og sá, at Anna hevði vunnið bilin.

Hon rann inn til Onnu, sum stóð inni hjá sjúklinginum og rópti: Tú hevur vunnið bilin, tú hevur vunnið bilin!

Anna sigur, at hon gjørdist eitt sindur bilsin, men annars hevði hon ikki ilt við at fata tað.


- Men aftaná eg ringdi havi eg hugt fleiri ferðir fyri at vita, um eg hevði rætt, sigur Anna smílandi.

Tað var Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, sum handaði Onnu Justesen bilin. Frá Tórshavnar Ítróttarráð fekk hon blómutyssi og var tað formaðurin Kristianna Høgnesen, sum handaði henni blómutyssi.

Sosialurin ynskir Onnu Justesen hjartaliga tillukku við bilinum.