Tað fór tíverri aftur við borðinum, og tí kemur henda heilsan ikki fyrr enn nú: 19. mai vóru 70 ár síðani, at Anna Thomsen fyrstu ferð sá dagsins ljós. Føðingardagin helt hon í Íslandi saman við familjuni.
Í Lávíkabrekkuni í Klaksvík búðu Jonhild og John Thomsen. Jonhild var ættað úr Havn og vaks upp hjá fastrini Thomasiu og manni hennara Palla í Vátutoft. Tey vóru barnleys, og Jonhild fór til teirra, tá ið hon var trý ára gomul.
John var ættaður úr Skemmuni í Porkeri. Hann hevði verið í Danmarik og lært til maskinsmið á B&W og lokið prógv sum maskinmeistari, áðrenn hann búsettist í Klaksvík, har hann átti eina systir. Tað var Jóhonna ella Diddan, sum hon varð nevnd. Maður hennara, Niels Vang, flutti tíðliga í tríati árunum til Klaksvíkar, har hann fyrst arbeiddi hjá Kal í trý ár og síðani hjá Kjølbro á Biskupsstøð í eini tíggju ár, áðrenn tey fluttu til Havnar. Tey áttu húsini, sum standa norðanfyri Ósáskúlan, og sum nú eru partur av skúlanum, og eis-ini hava verið nevnd sakførarahúsini.
Jonhild og John giftust í 1939 inn hjá foreldrum hennara, og har vaks Anna upp. Hon er næstelst av fýra systkjum. Hini eru Páll, sum var 50 ára gamal, tá ið hann doyði í 1991, Kára sum býr í Jyllandi, og Tove sum býr í Havn.
Í 1960 var tað langt millum studentahúgvurnar í Føroyum og í Klaksvík. Tí vakti tað ikki sørt ans, at tað hetta summarið vóru fimm í Klaksvík, sum gingu undir lívskveikjandi húgvuni, ið bar boð um, at tey høvdu tikið studentsprógv í høvuðsstaðnum. Hesi vóru Óli E. Heinesen, Elin Súsanna Jacobsen, André Niclasen, Karen Stærmose og so Anna Thomsen, ið var næstyngst av teimum 31 studentunum hetta árið.
Tvey ár seinni fór Anna á N. Zahles Seminarium í Keypmannahavn, har Poul Hartling var rektari. Eftir lokið læraraprógv, fór Anna undir yrkisleiðina, sum hon helt seg á, inntil hon fyri nøkrum árum síðani stillisliga legði frá sær eftir fjølbroytt, dygt og myndugað avriggað verk.
Yrkisleiðin byrjaði í heimbygdini, og síðani arbeiddi Anna í Hoydølum, á Eysturskúlanum, á Háskúlanum, á Handilsskúlanum – fyrst í Havn og síðani á Kambsdali – og so varð punktum sett á HF skeiðnum í Klaksvík, har hon var avbera væl umtókt sum lærari í føroyskum.
Ongantíð læt Anna sær lynda útbúgvingarliga at liggja á takinum. Stútt og støðugt nam hon sær meiri útbúgving og íblástur. Í seksti árunum var hon niðri á ársskeiði á Læraraháskúlanum, miðskeiðis í sjeyti árunum tók hon exam. art. prógv á Fróðskaparsetrinum í norðurlendskum við serligum denti á føroyskt mál og føroyskar bókmentir, aftur og aftur luttók hon á summarskeiðum uttanlands, og í 1990 stóð hon cand. phil. prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetrinum.
Millum álitissessirnar var í fleiri ár nevndarsessur í Móðurmálslærarafelagnum, sum Anna var við til at seta á stovn, og síðani hon legði lærarastarvið frá sær, hevur Anna hildið fram við álitisuppgávum eitt nú sum próvdómari á Læraraskúlanum.
Anna er gift Andrassi Dahl Niclasen, sum rekur súkkluhandilin í Nólsoyar Pálsgøtu, ið framvegis ber navnið John W. Thomsen. Anna og Andrass eiga tvær døtur – Sanna og Gunnhild – og Anna eigur eitt ommubarn. Anna og Andrass búgva í Klaksvík, og har er familjualskurin og gestablídnið soleiðis, sum tað var í barnaheiminum í Lávíkum.
Áhugin fyri bókmentum og list í breiðum høpi er framvegis stórur, og stillisliga og fyrimyndarliga Anna er framvegis partur av býarmyndini bæði í heimstaðnum og høvuðsstaðnum.
Um heilsanin er eitt sindur seinkað, so er hon ikki minni innilig. Hjartaliga tillukku við teimum 70, sum tú ber so sera væl, og takk fyri gott samstarv, Anna!
-----
Jóannes Hansen