Annan hittir Assad í morgin

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan fer í morgin á fund við sýriska forsetan, Bashar al-Assad, og umboð fyri sýrisku andstøðuna.

Kofi Annan er í Damaskus sum serligur semingsmaður fyri tey 60 londini, sum vóru á einari serligari ráðstevnu í Tunesia harfyri, har støðan í Sýrialandi var til umrøðu. Sum skilst hevur hann einki beinleiðis friðaruppskot ella nøkur krøv við sær, so hann skal í fyrsta umfari lodda dýpið.

Talsfólk hjá andstøðuni í Sýrialandi hava sagt, at meiri enn 7.500 fólk hava latið lív, síðani uppreisturin ímóti al-Assad byrjaði fyri einum ári síðani.