VENJARAR
Tað er eitt krevjandi starv at vera fótbóltsvenjari. Tað verður roknað við, at venjarin syrgir fyri, at venjingarstøðan er góð, at liðið verður sett saman, sum tað eigur, og at hugburðurin til uppgávurnar er optimalur. Øllum hesum hevur venjarin ábyrgdina av, og um úrslitini boða frá, at tað ikki er so væl vorðið, so er tað venjarin, sum fær sekkin.
Soleiðis er tað úti í stóru verð, og soleiðis er tað vorðið í Føroyum. Nú B68 venjarin er farin úr starvinum, hava helmingurin av teimum tíggju feløgunum í 1. deild skift venjaran út í hesum kappingarárinum, og í fleiri av hinum feløgunum hevur eisini verið turbolensur kring venjararnar.
Av teimum fimm venjarunum, sum eru sagdir úr starvi, hava fýra verið útlendingar. Burtursæð frá Marek Wierczbicki, sum í fótbóltshøpi kortini verður roknaður sum føroyingur og TB venjaran, so eru allir teir, sum hava tikið ábyrgdina á seg, føroyingar.
Fram ímóti summarsteðginum skiftu bæði feløgini í Suðuroy venjara. Dragan Kovacevic varð sendur til hús úr Vági, og Marek tók við. Zoran Mancic, sum hevði verið venjari á Tvøroyri síðani eftir fimta umfar í fjør, varð settur frá uppgávuni á Tvøroyri, har Lynge Nielsen gjørdist nýggjur ábyrgdarmaður.
Eftir HB tapið ímóti B36 í tólvta umfarinum varð Ion Geolgau uppsagdur. Kári Nielsen, sum hevði verið hjálparvenjari, og Jóannes Jakobsen tóku við sum venjarar. Felags fyri teir báðar er, at teir í nógv ár vóru á besta HB liðnum.
Eftir at Skála í 14. umfarinum hevði tapt stórt á heimavølli ímóti NSÍ, varð venjarin, Mathias Davidsen, uppsagdur. Í staðin varð Hans Jákup Andreasen settur sum venjari. Hann hevur áður vant bæði Skála og EB/Streym, umframt at hann hevur verið ungdómsvenjari í NSÍ. Hjálparvenjari hjá honum er Jústinus Justinussen, sum árini frammanundan hevur tikið eina hond í við venjingini á Skála. Í síni tíð var Jústinus á NSÍ liðnum, tá teir vóru í miðaldeildini og í 1976 og árini eftir, tá teir fyrstu ferð royndu seg í 1. deild.
Og eftir 15. leikumfar er tað B68, sum hevur skift venjaran út. Frank Skytte er farin frá, og tveir av gomlu B68 spælarunum, sum seinnu árini hava fingist við at venja, hava tikið við ábyrgdini.
Umframt í omanfyri nevndu fimm feløgum, so er greitt, at í hvussu so er trý av hinum feløgunum í bestu deildini skulu hava nýggjan venjara, áðrenn tað verður farið undir eitt nýtt kappingarár.
Trygve Mortensen verður ikki venjari í EB/Streymi komandi ár, Johan Nielsen verður ikki venjari í GÍ, og Piotr Krakowski, sum í summar fekk Oddbjørn Joensen at hjálpa sær við venjingini, verður ikki venjari hjá B36 næsta ár.
Í gjár varð upplýst frá leiðsluni í KÍ, at teir fegnir vilja hava, at Kurt Mørkøre heldur fram í venjarastarvinum, og at teir bíðaðu eftir, at avhildni venjarin fór at geva teimum boð um, hvussu tað verður hjá honum.
Jógvan Martin Olsen fer at halda fram í NSÍ. Og um Kurt Mørkøre ger av at halda fram í Klaksvík, so verða tað bara NSÍ og KÍ, sum fara at hava somu venjarar, tá tað verður farið undir komandi kappingarár, sum tey høvdu, tá tað varð farið undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið.
Tí kann ikki sigast annað, enn at tað er nógvur trekkur á venjarabonkunum kring landið. Júst sum tað er tað í útlondunum.