Upp á bara eitt hálvt ár er undirtøkan fyri at seta forboð í Svøríki fyri, at fólk skulu kunna bidda.
Tað er svenska avísin Aftonbladet, sum hevur sett spurningin í eini nýggjari meiningakanning, sum so aftur verður samanborin við eina tilsvarandi kanning í september í fjør.
Tá svaraðu 36 prosent av svenskarunum, at tað var eitt gott hugskot, um tað bleiv forboðið at bidda í Svøríki, men í nýggju kanningini, sum var í mars, svara nú heili 49 prosent tað sama.
Ein líknandi kanning, sum Novus í mars gjørdi fyri svensku tíðindastovuna, TT, vísti enn hægri undirtøku fyri at seta forboð ímóti, at fólk skulu hava loyvi til at bidda, tí har tóku 56 prosent undir við tí.
Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, sigur tó, at tað ikki í løtuni er upp á tal, at svenska stjórnin fer at leggja nakað uppskot fyri Ríkisdagin um forboð ímóti biddaragongd.