Ein nýggj og spennandi verð

- Børnini skulu læra at lurta, loysa uppgávur, spæla og siga frá tí, sum tey hava lært, segði skúlastjórin í Tofta skúla, Durita Jakobsen

Í dag var fyrsti skúladagur hjá 25 næmingum í Tofta skúla, og flaggið var vundið í húnar hátt, tá spentu næmingar møttu í miðhøll skúlans.   

 

Teir 25 næmingarnir koma at ganga í tveimum flokkum, 1.a og 1. b. Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomnum.

 

- Skúlastjórin nevndi øll nøvnini og vísti hvørjum einstøkum barni á, hvar flokkarnir standa um morgunin,  tá morgunsangur er á skránni í miðhøllini. Síðan sungu børnini ein morgunsang, og aftaná bóðu øll saman “Faðir vár”.

 

Í stuttari heilsan vísti skúlastjórin eitt nú á, at tað er ein nýggj og spennandi verð, sum letur seg upp fyri børnunum – ein verð, har børnini verða saman við nógvum øðrum børnum og vaksnum í einum umhvørvi, har tey fara at læra eina rúgvu um alt møguligt.

 

- Børnini skulu læra at lurta, loysa uppgávur, spæla og siga frá tí, sum tey hava lært, segði skúlastjórin.

 

Durita Jakobsen legði dent á, hvussu umráðandi tað er, at børnini verða væl stuðlaði heimanífrá, eins og umráðandi er, at børnini fáa góðan svøvn, eru mett og væl hvíld, tá tey koma í skúla.

 

- Eisini vísti hon á, at tað er týdningarmikið, at børnini møta upp til tíðina um morgunin og annars gera tað, sum teimum verður álagt í skúlanum.

 

Áðrenn farið varð upp í flokshølið, varð felagsmynd saman við teirra flokslærarum tikin av flokkunum. Í flokshølunum tóku flokslærararnir saman við øðrum lærarum ímóti børnunum.

 

- Vit ynskja næmingunum blíðan byr við skúlagongdini, siga tey í Nes kommunu í dag.