Ikki kemst uttanum, at heimskendi evangelisturin, Billy Graham, hevur havt eina ómetaliga stóra ávirkan á okkara samtíð. Hann hevur talað til túsundtals skarar í stórbýum kring allan heimin, og sjálvur minnist eg fundarrøð hansara í Keypmannahavn í 1965, tá fleiri túsund fólk - harímillum nógvir føroyingar - savnaðist fyri at hoyra Billy Graham tala.
Tí hevði tað eisini serstakan áhuga, at dóttirin, Anne Graham Lotz, skuldi vitja her í býnum og tala í Falkonercentrinum. Talan var um ein stevnudag, sum nakrir kristnir felagsskapir skipaðu fyri. Dagurin var serliga ætlaður kvinnum, men eisini mennirnir kundu vera við. Og hendan møguleikan nýtti undirritaði og aðrir við honum.
Gleddist um føroysku luttøkuna
Hósdagin var tíðindafundur, har Anne Graham Lotz, sum er 54 ára gomul, greiddi eitt sindur frá bakgrund síni og svaraði spurningum. Tað var eyðsæð, at hon líktist ikki sørt pápa sínum - bæði í útsjónd og framførslu. Væl fyrireikað, skjótt hugsandi og greitt talandi.
Eg fekk høvi til at heilsa upp á Anne Graham Lotz, og greiddi henni frá, at nógvir føroyingar fóru at koma at lurta eftir henni. Jú, hetta hevði hon fingið at vita og hetta gleddi hana nógv. Hon var eftir øllum at døma greið yvir, at teir komu langa leið. Seinni skilti eg, at hon mátti hyggja í heimskortið fyri at fáa greiði á, hvar Føroyar vóru.
Ein blandaður flokkur
Annars var flokkurin, sum savnaðist í Falkonercentrinum leygardagin ein sera blandaður skari. Har vóru fólk úr ymiskum kirkjum og samkomum - talið segðist at vera um 800 fólk. Og teirra millum vóru nógvir føroyingar.
Einstøk føroysk ferðaløg høvdu lagt leiðina til Keypmannahavnar. Eitt nú vóru nakrar kvinnur úr samkomuni Lívdin í Hoyvík. Men eisini vóru fleiri kvinnur úr Klaksvík og úr Eysturoynni. Harumframt var eisini eitt fitt tal av útisetum við, so tú sást føroyskar bólkar standa í ymiskum krókum og samtala - bæði áðrenn og aftan á fundirnar.
Ein viðkomandi boðskapur
Anne Graham Lotz helt tríggjar talur hendan leygardagin. Hon talaði út frá seinastu bók bíbliunnar, Opinbering Jóhannesar. Evnið var "Lítandi inn í framtíðina við Jesusi."
Afturvendandi boðskapurin var, at eitt livandi samband við Jesus er lívsneyðugt fyri eitt satt andaligt lív. Nógvar kirkjur og samkomur eru stívnaðar í siðum og ritalum. Og úrslitið er hareftir - eingin verulig kraft.
Áhoyrararnir vóru mintir aftur og aftur á, at krossur Kristusar er ein týðandi miðdepul í lívi hins kristna. Tí tað er bert har syndafyrigeving og reinsan er at fáa. Eisini undirstrikaði hon týdningin av dagligari bøn og bíbliulesnaði. Hóast Anne Graham Lotz umtalaði seg sjálva sum eina vanliga húsmóðir, var tað skilligt, at júst hetta er ein berandi partur av hennara egna lívi.
Evangeliskur tráður
Fruktin fellur ikki langt frá trænum - plaga vit at siga. Og tað var eins og orðavalið hjá Anne Graham Lotz stundum minti meg á tað, sum eg havi hoyrt pápa hennara siga. Men uttan at tað tók nakað av boðskapinum. Tvørturímóti - tú vart mintur á tað grundleggjandi í evangeliinum. Og Anne Graham Lotz var eisini sera erlig og opinskárað, tá ið hon talaði um egnu royndir sínar.
Tað kom eisini fram á tíðindafundinum, har hon m.a. segði: "Fyri at eg kundi vera ein kristin, so var tað ikki nóg mikið, at eg var dóttir Billy Graham. Eg mátti sjálv sum ein lítil genta koma til Harran og siga, at eg var hørm um mínar syndir - og biðja Jesus um at koma inn í hjarta og lív mítt.