Boripallurin, West Phoenix, sum skal bora tann sjeynda leitibrunnin á føroyska landgrunninum í summar, er loksins farin undir sína fyrstu boriuppgávu á norskum øki fyri franska oljufelagið Total. Pallurin, sum er spildurnýggjur, kom frá Samsung skipasmiðjuni í Suðurkorea í august mánaði og hevur síðani ligið fyrst í Las Palmas og síðani í norskari havn, har hann er gjørdur klárur til sína fyrstu boriuppgávu, nakað seinkaður.
?Hetta lovar væl fyri italska oljufelagið, ENI og tað føroyska Faroe Petroleum, sum standa til at bora tann næsta brunnin á føroyskum øki. Ætlanin var, at boripallurin skuldi bora í Føroyum longu í mars men vegna seinking hevur hetta verið skotið nakað út og verður hetta neyvan fyrr enn í mai ella í summar. West Phoenix er serstakliga útgjørdur til at bora á djúpum vatni. ??Boripallurin er longu væl kendur millum føroyingar. Tá hann lá við bryggju í Las Palmas í heyst vóru fleiri føroyskir handverkarar umborð. ??
Runavík ger klárt
Sum skilst verður nú so smátt riggað til í útgerðarhavnini í Runavík. Tey fyrstu rørini til komandi boringini komu til Føroyar nakað undan jólum. ??
Tað er annars stórur áhugi fyri júst hesum brunninum í oljuumhvørvinum sum heild. ENI hevur ikki enn úttalað seg so nógv um møguleikarnar fyri at finna olju, men umboð fyri onnur oljufeløg, sum kenna til økið men sum ikki eru við í loyvinum, hava úttalað seg rættiliga bjartskygt um møguleikarnar at finna olju og gass í nettupp hesum økinum. ??Eitt nú úttalaði kendi jarðfrøðingurin Richard Hardmann, fyrrverandi leitistjóri hjá Amerada Hess í Føroyum og nú ráðgevi hjá Atlantic Petroleum, á einum oljutingi í Havn í fjør, at jarðfrøðiligu viðurskiftini í undirgrundini, har ENI fer at bora, síggja rættiliga lovandi út. ??Anne Marie leiðin, sum hesin brunnurin er kallaður, liggur ikki so langt frá markinum, har Amerada Hess nøkur ár herfyri gjørdi eitt oljufund á bretskum øki kallað Cambo. Ì vár fer oljuskipið Stena Carron, sum í løtuni borar ein avmarkingarbrunn á Rosebankfeltinum nakað norðari, eisini skamt frá føroyska markinum, at bora ein avmarkingarbrunn á Camboleiðini. ??Tað er tí rættiliga áhugavert at merkja sær, at tað um nøkunlunda somu tíð verða boraðir tveir brunnar í einum øki, sum liggur báðumegin markið, og har jarðfrøðin møguliga líkist nógv.