Annfinnur í Skála sjeyti

Í gjár, 20. september, fylti Annfinnur í Skála, søgu­frøð­ingur, málfrøðingur og rit­­høvundur í Havn 70 ár. Foreldrini Annfinni vóru Jóhanna M. Skaale (f. 1906), fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi og Sigfried Skaale (f. 1906 + 1977) úr Havn. Kona Annfins var Súsanna á Brús­oyri (f. 1947 + 2004), Msc í sjúkrarøkt.
Tey hava synirnar: Ragnar (f. 1976) og Gilli (f. 1982).
Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og forn­aldarfrøði á Føroya Stu­denta­skúla og HF-skeiði síðan 1975.
Annfinnur hevur skrivað hesar bøkur saman við øðr­um ella einsamallur
• Føroyskt mál og støða tess í hf- og studentaskúlanum. (Álit skrivað saman við Jonhardi Mikkelsen, Ann Ellefsen, Jógvani Mørkøre og Póli Jespersen). Føroya Skúlabókagrunnur. Tórs­havn 1990.
• Ensk-føroysk orðabók (sam­­an við Jonhardi Mikk­el­­sen og Zakariasi Wang). Stið­in Tórshavn 1992.
• Stjórnarskipanarmálið 1946. Keldur til Føroya søgu. 1994. Føroya Skúla­bóka­grunnur. Tórshavn 1994.
• Frá stórkríggi til heims­kríggj 1918-1939. Føroya Skúla­bókagrunnur. Tórs­havn 1994.
• Søga Týsklands 1918-1939. Lýst við keldum. Føroya Skúla­bókagrunnur. Tórs­havn 1994.
• Donsk-føroysk orðabók (sam­an við Jonhardi Mikk­el­sen, Honnu Jacobsen og Zakariasi Wang. Stiðin. Tórshavn 1998.
• Heimurin forni 1. Hjá dvørgum í Niðafjøllum. Sprotin. Tórshavn 2000.
• Heimurin forni 2. Ferðin til Zambora. Sprotin. Tórs­havn 2000.
• Føroysk-ensk orðabók (sam­an við Jonhardi Mikk­el­sen). Sprotin. Tórshavn 2008.
• Ensk-føroysk orðabók (end­urskoðað og nógv víðk­að) (saman við Jonhardi Mikkelsen). Sprotin. Tórs­havn 2008.
• 2001 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar­bókmentir.